Hvat er IPTV
IPTV stendur fyri Internet Protokol TeleVision, og merkir hetta í stuttum, at tú brúkar breiðbandhaldið at hyggja í sjónvarp við. Við Televarpinum sum IPTV sleppur tú undan antennuni og fært atgongd til snildar tænastur. Televarpið sum IPTV merkir, at tú:
- Sært allar rásir í sjónvarpinum.
- Sær nærum allar rásir í knívskarpari HD-góðsku.
- Kanst fara aftur í tíð og síggja tað, tú ikki sást.
- Kanst byrja umaftur, um tú ikki fekst byrjanina við.
- Kanst steðga og byrja aftur, um tú hevur tørv á tí.
Televarpið sum IPTV er snilt og gott, men hav hesi ting í huga, tá tú bíleggur tænastuna:
- Tú mást helst hava eitt 30Mbit breiðbandshald ella hægri.
- Tú leigar eina IPTV-boks, tá tú bíleggur Televarpið sum IPTV, og leigan er 69 kr/mðn.
- Fyri at tryggja 100% samband er neyðugt, at ein internetkaðal verður lagdur millum beinara og IPTV-boks.
- At tú tryggjar tær, at tú hevur ein beinara við røttu tøknini.
- Hetta eru: FRITZ!Box 7581, Technicolor TG789vac, Technicolor TG789vac v2 ella Technicolor TH789vn v3.’
Gev gætur: Eitt byrjunargjald á 595 kr, fyri núverandi kundar og 995 kr fyri nýggjar kundar er knýtt at IPTV. Í hesum byrjunargjald er IPTV boksin írokna.