Nýggj app

Nýtt snið, nýggir hentleikar

Gev gætur!

Televarpið er komið við nýggjari app og nýggjum Netvarpi. Tí er gamla appin og Netvarpið (web.tv.fo) farin í søguna.

Fyri at fáa atgongd til nýggju appina og Netvarpið, er neyðugt at innrita á sjálvgreiðsluna (sg.tv.fo) og stovna eina nýggja Netvarpskonto.

Vegleiðing um, hvussu hetta verður gjørt, sæst HER

Um tú vilt hyggja eftir Televarpinum á telduni, kanst tú nýta app.tv.fo/web

Nýggja appin er tøk á App Store og Google Play.

Hvat kann nýggja appin?

Við nýggju Televarpsappini kanst tú síggja sjónvarp, filmar og røðir á tíni fartelefon ella teldli. Appin hevur nýtt snið og enn og fleiri hentleikar. Vit geva tær atgongd til tímar av undirhaldi, hvar tú vilt, og nær tú vilt. Appin savnar tínar sjónvarpsrásir, hópin av filmum og røðum.

Aftur í tíð og síggj tað, tú ikki sást

Byrja umaftur, um tú ikki fekst byrjanina við

Steðga og byrja aftur, um tú vart órógvað/ur

Hjálp

Hvussu stovni eg brúkara til Televarpsappina og netvarpið á tv.fo?

Fyri at síggja Televarpið á appini ella á netvarpinum á tv.fo mást tú fyrst stovna tær ein brúkara. Hetta ger man inni á sjálvgreiðsluni, Um tú ikki hevur brúkara til sjálvgreiðsluna, sí vegleiðing her.

Um tú longu hevur ein brúkara til sjálvgreiðsluna, so skalt tú bara fylgja hesi vegleiðing.

Innrita á sjálvgreiðsluna

Trýst síðani á knøttin “Stovna netvarpkontu”, har skalt tú velja eitt loyniorð og trýst á knøttin “Virkja”.

Um hetta eydnaðist, fært tú at ein teldupost frá Televarpinum.

Um tú á sjálvgreiðsluni trýstir á “Mítt hald” og síðani á Netvarp kontur, so sært tú eisini hvørja teldupost adressu tú hevur nýtt til at stovna brúkaran. Um tú ikki minnist til loyniorði, kanst tú eisini broyta tað her, við at trýsta á broyt loyniorð.

Gev gætur! Um knøtturin “Stovna netvarpkontu” ikki er sjónligur, so hevur tú longu eina netvarp konto. (hygg undir Mítt hald ->Netvarp kontur )

Sí video:

Hvussu skráseti eg brúkara til sjálvgreiðsluna?

Áðrenn tú fert í holt við at upprætta brúkara á Sjálvgreiðsluni, skalt tú fyrst hava hendur á kortnummarinum, sum er á Televarpskortinum.
Fyri at kunna stovna brúkara á Sjálvgreiðsluni og harvið fáa atgongd til Televarpsappina og netvarpið á tv.fo skalt tú brúka kortnummarið, ið er at finna á kortinum.

Á Verimatrix-korti finnur tú kortnummarið framman á kortinum.

Á Conax-korti finnur tú nummarið á baksíðuni.

Far til hesa leinkju, tá tú hevur funnið kortnummarið. Har tøppar tú kortnummarið inn saman við telduposti og fartelefonnummari, umframt at tú velur tær eitt loyniorð.

Kontodeiling og skrásettar eindir

Um tú onga IPTV boks hevur, kanst tú verða innritaður á tríggjar ymsar eindir, men bert hava tvær stroymingar koyrandi samstundis. Niðanfyri er eitt yvirlit yvir hvussu talið av eindum broytist – alt eftir hvussu nógvar IPTV boksir tú hevur.

Hvar kann eg brúka Televarpsappin

Krøv til stýriskipan

  • iPad with iOS 11 ella nýggjari
  • iPhone with iOS 11 ella nýggjari

Android

  • Android 5.0 Lollipop ella nýggjar á tablets and smartphone.

TV
LG sjónvarp (WebOS 4.0 ella nýggjari),

Nýggjastu Google TV

Samsung sjónvarp (upp til 4 ára gomul).

Chromecast

Chromecast Ultra, Chromecast við Google TV, Google Streamer

Eldri útgávur kunnu virka við avmarkingum, men verða ikki longur stuðlaðar.

Hvar kann appin heintast og síggjast?

Appin kann einans heintast í Føroyum, Grønlandi, Íslandi og Danmark, men tú kanst síggja innihald innanfyri ES.

Eg havi gloymt loyniorðið til appina/Netvarpið

1. Nýtt loyniorðið: 

  • Far inn á sg.tv.fo og rita inn á tína brúkarakontu. 
  • Um tú ikki hevur brúkara til sjálvgreiðsluna, sí vegleiðing her
  • Um tú ikki minnist loyniorðið til Sjálvgreiðsluna, kanst tú brúka “Gloymt loyniorð” leinkjuna ella trýsta her.


2. Broyt loyniorð til Netvarpið:
 

  • Tá ið tú ert innritaður á Sjálvgreiðsluna: 
  • Far til Mítt HaldNetvarpskontur
  • Vel Broyt loyniorð. 

3. Um fleiri brúkarar eru skrásettir: 

  • Sært tú fleiri netvarpskontur við møguleika at “Broyt loyniorð” og “Strika brúkara”, skalt tú: 
  • Strika tær óbrúktu netvarpskonturnar. 
  • Far síðan til Heim og stovna ein nýggjan netvarpsbrúkara. 

Fleiri vegleiðingar: OSS Archive – Televarpið

Tað verður bara betri…og betri

Gleð teg, tí nýggja Televarpsappin er undir menning. Nú ber til at taka hana niður á LG sjónvarp (WebOS 4.0 ella nýggjari) og nýggjastu Google TV, og nú ber eisini til at taka appina niður á Samsung sjónvarp (upp til 4 ára gomul).