Fráboðan um farspor

Skjalaútgáva 1.1

Okkara heimasíða brúkar farspor. Nøkur av teimum eru neyðug fyri at heimasíðan riggar sum hon skal, ímeðan onnur hjálpa okkum at fáa yvirlit yvir tína vitjan á heimsíðuni, soleiðis at vit kunnu tillaga og menna síðuna. Farspor kunnu eisini nýtast til at málrætta okkara lýsingar.

Hvat er eitt farspor?

Eitt farspor er ein tekstfíla, sum verður goymd av tínum kaga (browsara) á tínari teldu, snildfon ella tilsvarandi. Endamálið er at kenna aftur, minnast stillingar, gera hagfrøði, og málrætta lýsingar. Farspor eru passivar fílur, sum ikki kunnu breiða virus ella onnur skaðilig forrit.

Hvussu leingi verða farspor goymd?

Farspor kunnu verða strikað á tínari teldu eftir at tú fert av síðuni, meðan onnur verða strikað sjálvvirkandi eftir eitt tíðarskeið; vanliga 1-24 mánaðir. Nøkur farspor verða ikki strikað tí tey hava serliga funktión, sum t.d. farspor ið goyma frávalstillingar.

Persónupplýsingar

Í sambandi við tína vitjan og ørindi á okkara heimasíðu, íroknað keyp av tænstum, hava vit tørv á at innsavna ávísar persónupplýsingar, m.a. fyri at betra um upplivingina av okkara heimasíðu, kunna bjóða tær okkara tænastur og kunna avgreiða møgulig keyp.

Persónupplýsingar eru øll sløg av upplýsingum, ið kunnu eyðmerkja ein fysiskan persón, tvs. upplýsingar sum kunnu føra til tín. Tá tú brúkar okkara heimasíðu, innsavna og viðgera vit ávísar persónupplýsingar.

Vit innsavna og viðgera vanliga fylgjandi sløg av upplýsingum: Eitt unikt ID og tekniskar upplýsingar um tína teldu, teldil ella snildfon, títt IP-nummar, landafrøðiliga staðseting, og hvørjar síður tú vitjar. Hesar upplýsingar, ið verða innsavnaðar gjøgnum farspor, kunnu ikki í sær sjálvum, siga nakað um hvør tú ert, hvat tú eitur, hvar tú býrt o.s.fr.

Um tú sjálvur skrásetur: navn, telefonnummar, teldupostbústað og gjaldsupplýsingar, verða hesar upplýsingar eisini viðgjørdar. Hetta er vanliga í samband við at tú upprættar innritan ella keypur á netinum.

Allar persónupplýsingar, sum vit viðgera, verða viðgjørdar samsvarandi okkara persónupplýsingarpolitikki, sum tú kanst finna umvegis hetta leinkið: www.tv.fo/datuvernd

Vit viðgera tínar upplýsingar við virðing, og ynskja at verja tínar trúnaðarupplýsingar.

Vit nýta farspor til hesi endamál:

  • Tekniskar og neyðugar

Teknisk og neyðug farspor sum eru ein fortreyt fyri at heimasíðan riggar sum hon skal.

  • Funktionell

Funtionell farspor gera at heimasíðan minnist upplýsingar, sum broyta hvussu heimasíðan sær út, t.d. at vísa heimasíðuna á einum ávísum máli.

  • Hagfrøðilig

Hagfrøðilig farspor vísa okkum m.a. hvussu vitjandi nýta heimasíðuna, og hvussu nógv vitjandi eru. Hetta kunnu vit brúka til at tillaga og menna heimasíðuna.

  • Lýsingar

Lýsingarfarspor verða nýtt at fylgja vitjandi millum heimasíður. Endamálið er at vísa lýsingar, sum eru viðkomandi fyri einstaka brúkaran.

  • Onnur

Onnur farspor eru tey, sum ikki kunnu flokkast omanfyri.

Strika farspor

Tú kanst sletta ávís ella øll farspor, sum tín kagi hevur goymt. Hvussu tú gert tað, avhongur av hvønn kaga (browsara) tú brúkar, og eisini hvørja eind (teldu, snildfon, teldil) tú nýtir.

Um tú strikar ella noktar farspor, kunnu møguligar lýsingar verða óviðkomandi fyri teg. Tað kann eisini henda, at heimasíðan ikki virkar optimalt, og at tú ikki fært atgongd til ávíst innihald.

Spurningar?

Um tú hevur viðmerkingar ella spurningar viðvíkjandi okkara nýtslu av farsporum og/ella viðgerð av persónupplýsingum, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum á dpo@tv.fo.