Summar 2024

Gleð teg til OL, EM og nógv annað

Serstakt ítróttasummar stendur fyri durum. Umframt Tour de France, Wimbledon og UEFA Champions League, sum fleiri gleða seg til á hvørjum ári, eru aðrar kappingar at gleða seg til í summar; til dømis OL í París og EM í fótbólti.

Tørvar tær at leggja ítróttasummarið til rættis? Niðanfyri fært tú greitt yvirlit yvir, nær ymisku kappingarnar byrja í mai, juni og juli, og á hvørjum rásum kappingarnar verða vístar.

Mai

Juni

Juli

Formula 1

Ársins Formula 1-kapping koyrir við fullari ferð runt heimin. Tað tykist longu, at Red Bull og Max Verstappen hava ræðið á Lando Norris, Charles Leclerc og hinum koyrarunum, sum bjóða av.

Tú sært allar kappingarnar á TV3+ og Viaplay.

• 19. mai frá kl. 12:30
• 26. mai frá kl. 12:30
• 9. juni frá kl. 18:00
• 23. juni frá kl. 13:00
• 30. juni frá kl. 13:00
• 7. juli frá kl. 14:00
• 21. juli frá kl. 13:00
• 28. juli frá kl. 13:00

Giro d’Italia

4. mai – 26. mai

Giro d’Italia er ársins fyrsta Grand Tour. Hon fór í gongd 4. mai og heldur fram til 26. mai. Sum altíð er spenningurin í hásæti, men vinnarin í fjør, Primož Roglič, er ikki við. Tí skal nýggjur vinnari finnast.

Fylg Geraint Thomas, Tadej Pogacar, Daniel Felipe Martinez Poveda og øllum hinum súkklarunum í heili tríggjar vikur á Kanal 5 og Eurosport 1.

Roland Garros

20. mai – 9. juni

Roland Garros – ella French Open – er ársins onnur Grand Slam-kapping, og hon er tann einasta, sum verður spæld á grúsi. Í fjør var danin Holger Rune í fjórðingsfinaluni, og í ár verður áhugavert at síggja, um hann kann gera tað betri í ár.

Tú kanst fylgja Holger Rune og vinnarunum í fjør, Novak Djokovic og Iga Swiatek, á Eurosport 1 og Eurosport 2.

Champions League

1. juni

Champions League-finalan er størsti dysturin í evropeiskum fótbólti, har ið tvey av teimum bestu liðunum hittast um at vinna stórbæra steypið og tittulin.

Í ár eru Borussia Dortmund og Real Madrid í finaluni, sum verður leikt á Wembley Stadion í London. Síggj dystin á TV3+ leygardagin 1. juni.

EM í Týsklandi

14. juni – 14. juli

Ein tann størsti kappingin í ár er EM í fótbólti, sum verður í Týsklandi. Fyrsti dysturin millum vertirnar og Skotland verður spældur í München 14. juni kl. 20, og hálvfinalurnar eru eftir ætlan 9. juli kl. 20 og 10. juli kl. 20. Finalan verður spæld í Berlin 14. juli kl. 20.

Tú kanst fylgja EM í fótbólti á TV2, TV2 Play og DR1. Síggj alla dystarætlanina her.

Tour de France

29. juni – 21. juli

Alt ímeðan EM í fótbólti er í Týsklandi, fer Tour de France í gongd 29. juni. Tour de France er ársins størsta súkklukapping, og seinastu árini hevur tað verið eitt fragd at sæð danan Jonas Vingegaard og hansara liðfelagar í Visma | Lease a Bike.

Í ár er ivasamt, um Jonas Vingegaard fer at súkkla, og um hann ikki verður til reiðar, er Tadej Pogacar nokk stórfavorittur at vinna.

Fylg Tour de France á TV2, TV2 Play og Eurosport 1.

Wimbledon

1. juli – 14. juli

Í 2023 kom danin Holger Rune í fjórðingsfinaluna í klassisku tenniskappingini Wimbledon, tá ið hann tapti móti unga spaniólanum Carlos Alvaraz, sum eisini endaði at vinna finaluna móti Novak Djokovic og harvið vann Wimbledon.

Fylg Wimbledon á DR1 og DR2.

3F Superliga 2024/2025

Byrjar 21. juli

Nýggja kappingarárið í 3F Superliga verður floytað í gongd 21. juli eftir stuttum summarsteðgi. Tú kanst fylgja 3F Superliga á Viaplay og TV3-rásunum, samstundis sum dystir í nýggja kappingarárinum verða vístir á TV2-rásum og TV2 Play.

OL í París

26. juli – 11. august

OL hevur alt, og í ár vera leikirnir hildnir í franska høvuðsstaðnum París. Vit kunnu gleða okkum, tí aftur í ár hava vit føroyska luttøku, tá ið Sverri Sandberg Nielsen tørnar út fyri Danmark í einskullara-kappingini.

Í Tokio varð Sverri akkurát ov stuttur at vinna heiðursmerki, og tí verður spennandi at fylgja honum hesaferð. Síggj OL á DR, TV2-rásunum, TV 2 Play, Eurosport 1 og Eurosport 2 frá 26. juli og til 11. august.


HALD

Her er alt fyri øll og sindur afturat. Vel haldið, sum hóskar til tín, og avgerð, um tú vilt síggja Televarpið gjøgnum antennu ella IPTV. Les meira um IPTV undir haldunum.

{{ plan.title }}
{{ plan.subtitle }}.
{{ plan.price }} kr/mðn.
{{ plan.number_of_channels }} rásir

App/netvarpsrásir

IPTV

Allar rásir í sjónvarpinum
HD myndagóðska
Aftur í tíð
Byrja umaftur
Steðga og byrja aftur
{{selectedPlan}} + IPTV

0
kr/mðn.

BÍLEGG TELEVARPIÐ

Gev gætur! Tú hevur valt Televarpið sum IPTV. Tá er neyðugt, at tú tekur hædd fyri, at tú hevur eitt 30Mbit breiðbandshald ella hægri, at ein internetkaðal verður lagdur millum WiFi-beinara og IPTV-boks fyri at tryggja 100% samband, at tú hevur ein beinara av rætta slagnum, sum er annaðhvørt FRITZ!Box 7581, Technicolor TG789vac, Technicolor TG789vac v2 ella Technicolor TH789vn v3.

Vit seta okkum í samband við teg skjótast gjørligt, tá tú hevur bílagt.