Nýggjar rásir í Televarpinum

Xee kemur
1. januar 2020 kemur Xee í Familjupakka, Stórapakka og Stórapakka+. Xee vísir millum annað Premier League og týsku Bundesliguna. Harumframt bjóðar Xee hópin av donskum sendingum, filmum og frumsýningum av sera vælumtóktum sjónvarpsrøðum. Umframt Xee koma eisini norðurlendsku rásirnar SVT1, SVT2 og NRK2 í øll haldini.

DR sker niður
1. januar 2020 gevst DR við at senda rásirnar DR3, DR Ultra og DR K. Meginparturin av innihaldinum í hesum rásum verður tó til taks á hinum rásunum hjá DR.

Prísbroyting
Vegna prísøking í upphavsrættindun frá veitarum verða hesar prísbroytingar gjørdar 1. januar 2020:

  • Grundpakkin: frá 197,25 kr/mðn. til 203,25 kr/mðn.
  • Familjupakkin: frá 403,25 kr/mðn. til 415,25 kr/mðn.
  • Stóripakkin: frá 568,25 kr/mðn. til 587,25 kr/mðn.
  • Stóripakkin+: frá 667,25 kr/mðn. til 686,25 kr/mðn.

Gev gætur! Hesir prísirnir eru uttan GS-gjald á 9,75 kr/mðn. og kortleigu á 38 kr/mðn., ella boksgjald á 69 kr/mðn.