Áminningarfunka á appini

Niðanfyri er ein vegleiðing, hvussu tú tendrar eina áminningarfunku á Televarpsappini, so tú kanst fáa áminningar um sendingar, sum tú ynskir at síggja.

Fyri at seta eina áminning á eina ávísa sending, skalt tú:

 

1. Velja ynsktu rásina og trýsta á pílin til høgru fyri rásina.

 

2. Velja ynsktu sendingina og trýsta á hana, so myndin niðan fyri kemur fram. Eftir hetta trýstir tú á klokkuna til høgru.

Eftir hetta kemur ein áminning fram, tá sendingin er um at byrja.