Hvussu fái eg Televarpið?

Ofta settir spurningar

Um tú vilt hava Televarpið ber til at fara inn á eitt av sølustøðunum kring landið og velja tær tað hald, sum hóskar best. Trýst her fyri at koma til sølustøð. Tilber eisini at keypa sær eitt hald gjøgnum heimasíðuna her.

GG! Keyp í handli: Tá ið tú keypur hald frá Televarpinum í handli, mást tú hava samleikaprógv við. Koyrikort ella pass eru best. Skrásetingin verður framd á staðnum. Fyri at fáa Televarp, skal gjaldsavtala stovnast umvegis GS. Eftir verður sáttmáli skrivaður út í 3 eintøkum. Ein til tín, ein til sølustaðið og ein til Televarpið.

GG! Keyp á heimasíðuni: Tá ið tú keypur hald á tv.fo, skal tú hava gjaldskort klárt. Tá tú hevur keypt og stovnað brúkara á Sjálvgreiðsluni, kanst tú beinanvegin síggja Televarpið á appini hjá Televarpinum. Vit seta okkum í samband við teg innan 1-3 dagar eftir keypið fyri at finna út av, hvat fyri útgerð tú skalt hava fyri at síggja Televarpið í tínum sjónvarpi.

Hjálp

Antenna
IPTV
App og netvarp
Betri deildin
Viaplay
TV 2 Play
Nordisk Film +
Annað
Vegleiðingar
{{ hit.title }}