Kunning um príshækking

Prísirnir av innihaldi økjast ár undan ári, tað er tíanverri einki undantak. Tað er gongdin hjá veitarum okkara og tískil er tað eisini neyðugt hjá Televarpinum at endurskoða prísir og kostnaðir hvørt ár.

Orsøkin til hækkingina er fyrst og fremst generellar prísøkingar til upphavsrættindi, sum Televarpið rindar fyri hjá sjónvarpsveitarunum

Frá 01.01.2019 hækka prísurin og tað fylgjandi fyri pakkarnar:

·        Grundpakkin fer upp við 10 kr. – frá 187,25 kr/mðn. til 197,25  kr/mðn.

·        Familjupakkin fer upp við 12 kr. – frá 391,25 kr/mðn. til 403,25 kr/mðn.

·        Stóripakkin fer upp við 20 kr. – frá 548,25 kr/mðn. til 568,25 kr/mðn.

·        Stóripakkin+ fer somuleiðis upp við 20 kr. – frá 647,25 kr. til 667,25 kr.

Gev gætur! Hesir prísirnir eru uttan GS-gjald á 9,75 kr/mðn. og kortgjald á 38 kr/mðn ella boksgjald á 69 kr/mðn.