Samandráttur: Reistu seg móti Aserbadjan

6. des. 2023 | Tíðindi

A-kvinnur: Føroysku kvinnurnar vóru nær við at fáa eitt stig við heim úr Aserbadjan. Í seinastu sekundunum fekk Sunniva Willemoes ein risamøguleika at javna fyri Føroyar, men bólturin fór beint framvið málinum.

Eitt góðkent føroyskt avrik frá føroysku kvinnunum, sum reistu seg eftir stórtapi móti Montenegro fríggjadagin.

Hetta var samstundis seinasti dysturin í Nations League kappingini. Føroyar endaðu aftast í bólkinum við ongum stigi.

Sí samandrátt frá dystinum niðanfyri.

Aserbadjan – Føroyar 1-0
Nations League