Klandrast tit javnan um fjarstýringina, og kunnu tit ikki semjast um, hvat tit skulu hyggja at? Televarpið er ikki bara undirhald í 65”-sjónvarpskassanum í stovuni. Televarpið er eisini undirhald á snildfonini, teldlinum og telduni, tí hevur tú hald, hevur tú eisini møguleika at síggja rásirnar á Televarpsappini og netvarpinum á tv.fo.
Stovna tær brúkara á sjálvgreiðsluni her ella ring 340 340 fyri at fáa atgongd til rásirnar, tú hevur, á appini og netvarpinum. Skrulla og les alt, sum er vert at vita, um Televarpsappina og netvarpið á tv.fo
Nýggj tænasta Sum nakað nýtt ber nú til at fara aftur í tíð á appini og netvarpinum og síggja tað, tú ikki sást.
Ofta spurdir spurningar
Les alt, sum er vert at vita, um app og netvarp
Hvussu stovni eg brúkara til Televarpsappina og netvarpið á tv.fo?
Fyri at síggja Televarpið á appini ella á netvarpinum á tv.fo mást tú fyrst stovna tær ein brúkara. Hetta ger man inni á sjálvgreiðsluni, Um tú ikki hevur brúkara til sjálvgreiðsluna, sí vegleiðing her.
Um tú longu hevur ein brúkara til sjálvgreiðsluna, so skalt tú bara fylgja hesi vegleiðing.
Trýst síðani á knøttin “Stovna netvarpkontu”, har skalt tú velja eitt loyniorð og trýst á knøttin “Virkja”.
Um hetta eydnaðist, fært tú at ein teldupost frá Televarpinum.
Um tú á sjálvgreiðsluni trýstir á “Mítt hald” og síðani á Netvarp kontur, so sært tú eisini hvørja teldupost adressu tú hevur nýtt til at stovna brúkaran. Um tú ikki minnist til loyniorði, kanst tú eisini broyta tað her, við at trýsta á broyt loyniorð.
Gev gætur! Um knøtturin “Stovna netvarpkontu” ikki er sjónligur, so hevur tú longu eina netvarp konto. (hygg undir Mítt hald ->Netvarp kontur )
Sí video:
Hvussu skráseti eg brúkara til sjálvgreiðsluna?
Áðrenn tú fert í holt við at upprætta brúkara á Sjálvgreiðsluni, skalt tú fyrst hava hendur á kortnummarinum, sum er á Televarpskortinum. Fyri at kunna stovna brúkara á Sjálvgreiðsluni og harvið fáa atgongd til Televarpsappina og netvarpið á tv.fo skalt tú brúka kortnummarið, ið er at finna á kortinum.
Á Verimatrix-korti finnur tú kortnummarið framman á kortinum.
Á Conax-korti finnur tú nummarið á baksíðuni.
Far til hesaleinkju, tá tú hevur funnið kortnummarið. Har tøppar tú kortnummarið inn saman við telduposti og fartelefonnummari, umframt at tú velur tær eitt loyniorð.
Hvussu fái eg Televarpsappina?
Televarpsappin er tøk til iOS og Android. Trýst á leinkið niðan fyri fyri at taka appina niður:
Tað er lætt. Ert tú Televarpskundi, kanst tú síggja tín pakka á forsíðuni á www.tv.fo. Vel Netvarp ovast á síðuni og rita inn við tínum brúkara.
Hvussu brúki eg Televarpsappina?
Fyrst av øllum skalt tú taka Televarpsappina niður sum allar aðrar appir. Far inn á App Store ella Google Play og leita eftir ’Televarpið’ og installera appina. Appin er ókeypis, og tú sært tær rásirnar, ið tín Televarpspakki hevur. Tá ið tú hevur tikið appina niður, skalt tú rita inn við tínum brúkaranavni og loyniorði.
Hevur tú ikki brúkaranavn og loyniorð, kanst tú skráseta teg á sjálvgreiðsluni ella við at ringja til okkum á 340 340. Tá ið tú hevur gjørt tað, fylgir tú hesi vegleiðing:
Innritan
1. Skriva títt brúkaranavn (Teldupostadressa)
2. Skriva títt loyniorð
3. Set flugubein í “Automatisk login i fremtiden”, um tú vilt at appin skal minnast til tín
4. Trýst á inn Login
Skráin og rásir
1. Trýst á rásina í vinstru síðu fyri at fáa tann lítla avspælaran fram
2. Trýst á tann lítla avspælaran fyri at fáa stóran skerm
3. Trýst á pílin út fyri rás-navnið fyri at fáa kunning um sendingina og skránna. Um tú vilt vita meira um eina sending, kanst tú trýsta á sendingina og síðani “les meira”
4. Trýst á stop-knøttin fyri at steðga sendingini
Avspælarin
1. Fyri at fáa valmøguleikarnar fram, meðan tú hyggur eftir eini sending, skalt tú trýsta á skermin
2. Trýst á symbolið í miðjuni fyri at fara aftur til rás yvirlit
3. Tann grøna linjan vísir, hvussu langt tú ert komin í sendingini
4. Trýst á pílin til høgru ella vinstru fyri at skrifta rás
Menu og annað
1. Skrá
2. Stillingar
3. Hjálp
4. Rita út
5. Trýst á krossin fyri at koma aftur til skránna og rásirnar
Inni á stillingar hevur tú møguleikan at gera broytingar. Tú kanst t.d velja at gera ein yndislista og raða rásirnar eftir ynski. Tørvar tær hjálp kanst tú seta teg í samband við Televarpið umvegis telefon 340 340 ella á telduposti tv@tv.fo
Hvussu riti eg út av Televarpsappini?
Tað er skjótt og lætt at rita út av Televarpsappini og rita inn av nýggjum við sama ella øðrum brúkara. Fylg vegleiðingini í sjónbandinum:
Hví síggi eg ikki allar rásirnar á Televarpsappini?
Tað kann koma fyri, at tú ikki finnur eina ella fleiri rásir á Televarpsappini. Sum oftast er orsøkin, at tú hevur aktiverað aktivan yndislista (favoritliste), har rásirnar ikki eru valdar.
Til ber at rætta hetta á fylgjandi hátt:
Hvussu broyti eg mál á Televarpsappini?
Sprechen Sie Deutsch? Nein? Tað bilar einki, tí tú noyðist ikki at duga týskt á Televarpsappini. Tú kanst velja millum føroyskt sum standard, men eisini danskt og enskt.
Soleiðis broytir tú mál um neyðugt:
1.
Trýst á “Menu” ovast til vinstru.
2.
Vel “Stillingar”.
3.
Vel “Skift mál”.
4.
Vel málið, tú vilt hava.
Hvussu broyti eg loyniorð á Televarpsappini?
Øll gloyma okkurt av og á, og onkuntíð má man broyta okkurt, so onnur ikki sleppa framat. Fyri at broyta loyniorðið á appini skalt tú fyrst trýsta á Menu-burgaran ovast til vinstru.
Fylg hesi vegleiðing:
1. Vel Menu.
2. Vel Stillingar.
3. Vel Kontusetingar
4. Vel Broyt loyniorð.
5. Skriva nýtt loyniorð.
Hvussu geri eg yndislista á Televarpsappini?
Hyggur tú bara at einari, tveimum ella kanska 10 rásum? Á Televarpsappini kanst tú gera yndislista ella velja, hvørjar rásir, tú vilt hava sjónligar, so tú sleppir undan teimum, tú ikki hyggur at.
Fylg hesi vegleiðing:
1. Vel Menu.
2. Vel Yndislisti.
3. Set flugubein í einstakar ella allar.
4. Broyt raðfylgju á rásum.
5. Hála rásina upp ella niður.
6. Liðugt.
Hvussu installeri eg Televarpsappina á iPhone/iPad?
Um tú ikki longu hevur skrásett teg, skalt tú skráseta teg herog fylgja vegleiðingini. Tá ið brúkarin er skrásettur, skalt tú fylgja vegleiðingini niðanfyri.
Leita eftir appini “Televarpið” á App Store og installera hana.
2. Innset brúkaranavnið og loyniorð, sum tú gjørdi, tá ið tú skrásetti teg fyri Netvarpinum.
Hví kemur Televarpsappin ikki fram?
Tað kann koma fyri, at tú ikki fært Televarpsappina fram, um tú hevur eitt Android-tól. Hetta kemst av, at títt tól møguliga hevur eina stýrisskipan, sum er eldri enn versión 5.0. Televarpsappin klárar ikki at koyra á Android-tóli við gamlari stýrisskipan.
Hetta kemst av, at Google ikki uppdaterar webviewarin á eldri stýrisskipanum, og tí kunnu tólini ikki brúka HTML5, ið nýggja appin koyrir á. Eisini hevur hetta nakað við tryggleikan at gera, av tí at webviewarin ikki verður uppdataraður.
Um so er, at Android versiónin er av einum eldri slagi, kann appin virka kortini, tó við avmarkaðum møguleikum og við einum gomlum sniði.
Hvussu seti eg áminning í Televarpsappini?
Av og á kann tað vera trupult at minnast til alt, sum er á skránni í sjónvarpinum. Vit hava øll okkara yndisfilmar og -sendingar, men javnan kemur okkurt, sum man ikki má missa. Niðanfyri er vegleiðing, hvussu tú tendrar áminningar á Televarpsappini, so tú kanst fáa áminningar um tað, tú ikki vilt missa.
Fylg vegleiðingini í sjónbandinum:
Hvønn kaga (internetbrowser) skal eg brúka til netvarpið?
Kagi er føroyska orðið fyri browser, sum verður brúkt til at leita á internetinum. Tað eru fleiri ymiskir kagar, men tá ið tú hyggur at netvarpinum, viðmæla vit at brúka Google Chrome, Mozilla Firefox ella Edge.
Netvarpið riggar á flestum kagum, tó eru nakrir kendir trupulleikar við Safari.
Hví riggar Chromecast ikki á Televarpsappini?
Fyri at Chromecast skal rigga á appini, skalt tú hava dagført tína iPhone ella iPad til iOS 16.0 ella nýggjari.
Nýggja útgávan til Android hevur nú eisini Chromcast.
Tak appina niður
Haldini
Her er alt fyri øll og sindur afturat. Vel haldið, sum hóskar til tín, og avgerð, um tú vilt síggja Televarpið gjøgnum antennu ella IPTV. Les meira um IPTV undir haldunum.
{{ plan.title }}
{{ plan.subtitle }}.
{{ plan.price }} kr/mðn.
{{ plan.number_of_channels }} rásir
{{channel.title}}
{{channel.from.title}}
{{channel.from.title}}
{{channel.to.title}}
{{channel.to.title}}
App/netvarpsrásir
{{channel.title}}
{{channel.title}}
IPTV
Allar rásir í sjónvarpinum
HD myndagóðska
Aftur í tíð
Byrja umaftur
Steðga og byrja aftur
{{selectedPlan}} + IPTV
0
kr/mðn.
BÍLEGG TELEVARPIÐ
Gev gætur! Tú hevur valt Televarpið sum IPTV. Tá er neyðugt, at tú tekur hædd fyri, at tú hevur eitt 30Mbit breiðbandshald ella hægri, at ein internetkaðal verður lagdur millum WiFi-beinara og IPTV-boks fyri at tryggja 100% samband, at tú hevur ein beinara av rætta slagnum, sum er annaðhvørt FRITZ!Box 7581, Technicolor TG789vac, Technicolor TG789vac v2 ella Technicolor TH789vn v3.
Vit seta okkum í samband við teg skjótast gjørligt, tá tú hevur bílagt.
Yvirskipað um farspor
Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðug farspor
Neyðug farspor skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum farsporum, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts farspor
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesi farspor hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!