Hvat er IPTV
IPTV ger alt snildari og betri. Tað finnast fleiri fyrimunir, sum lyfta títt sjónvarpsupplivilsi upp á eitt nógv hægri støði. IPTV merkir í stuttum, at tú brúkar títt breiðband at hyggja í sjónvarp við. Við IPTV er eingin antenna, og tú fært atgongd til fleiri snildar tænastur, umframt at tú sært allar rásirnar í sjónvarpinum. Tænasturnar eru:
- HD-myndagóðsku
- Aftur í tíð
- Byrja umaftur
- Steðga og byrja aftur
Fyri at síggja Televarpið sum IPTV krevst:
- 30Mbit breiðbandshald ella hægri
- IPTV-boks, sum fæst til keyps í Telebúðunum
- Kaðalsamband millum IPTV-boks og beinara
- Ein beinari av hesum slagi:
- FRITZ!Box 7581
- FRITZ!Box 7530
- Technicolor TG789vac
- Technicolor TG789vac v2
- Technicolor TH789vn v3
- Zyxel VMG8825
Eitt byrjanargjald upp á 595 krónur fyri verandi kundar og 995 krónur fyri nýggjar kundar er knýtt at IPTV. Í hesum byrjanargjaldi er IPTV-boksin íroknað.