
Fótbóltur
– Beinleiðis í Televarpinum –

Nýggj IPTV-boks
– Fá nýggja IPTV-boks ókeypis –

Nýggj app
– Nýtt snið, nýggir hentleikar –
HALD
Her er alt fyri øll og sindur afturat. Vel haldið, sum hóskar til tín, og avgerð, um tú vilt síggja Televarpið gjøgnum antennu ella IPTV. Les meira um IPTV undir haldunum.
GG! Hald- og prísbroytingar koma í gildi 1. januar 2025. Les meira her.

Champions League á Viaplay
Viaplay hevur gjørt nýggjan Viaplay Premium-pakka, sum hevur nøkur rættindi
til ítrótt, ið bara síggjast í nýggja pakkanum og nýggju rásini, Viaplay Sport News.

Hald- og prísbroytingar
1. januar 2025

TV 2 PLAY
― SOLEIÐIS FÆRT TÚ TV 2 PLAY ―
TV 2 Play Favorit + Sport er online stroymingstænasta, sum tú fært ókeypis við Stórapakka+. TV 2 Play Favorit + Sport gevur tær atgongd til beinleiðis sjónvarpsrásir, filmar, sendirøðir, barnatilfar og ørgrynnu av ítrótti.
TV 2 Play Favorit + Sport er online, og tað merkir, at tú kanst njóta tænastuna á teldu, snildfon, teldli, Apple TV, Chromecast, Smart TV og ymiskum Android-boksum. Fylg hesi vegleiðing fyri at virka tænastuna: leinkja
Tú fært TV 2 Play Favorit + Sport við Stórapakka+. Fyri at skráseta teg sum brúkara hjá TV 2 Play, skalt tú fyrsta rita inn á sjálvgreiðsluna hjá Televarpinum – trýst her. Um tú ikki hevur brúkara til sjálvgreiðsluna, kanst tú stovna brúkara her.
Tá ið tú hevur ritað inn á sjálvgreiðsluna, finnur tú leinkið “Stovna TV 2 Play her” á forsíðuni. Tá ið tú hevur trýst á leinkið, verður tú biðin um at tryggja, at rætti teldupostur verður nýttur. At enda fært tú teldupost við leinki til skrásetingarsíðuna hjá TV 2 Play.
Um tú frammanundan hevur brúkara á TV 2 Play, er umráðandi, at tú tryggjar, at tú brúkar sama teldupost, tá ið tú stovnaði brúkaran á TV 2 Play.
Legg til merkis, um tú longu hevur TV 2 Play, heldur hetta hald sjálvvirkandi fram. Sum brúkari hevur tú sjálvur ábyrgd at umsita hetta.



NORDISK FILM+
― SOLEIÐIS FÆRT TÚ NORDISK FILM+ ―
Tú fært Nordisk Film + við Stórapakka+. Fyri at skráseta teg sum brúkara, skalt tú fyrsta rita inn á sjálvgreiðsluna hjá Televarpinum – trýst her. Um tú ikki hevur brúkara til sjálvgreiðsluna, kanst tú stovna brúkara her.
Tá ið tú hevur ritað inn á sjálvgreiðsluna, finnur tú leinkið “Stovna NordiskFilm+ her” á forsíðuni. Tá ið tú hevur trýst á leinkið, verður tú biðin um at tryggja, at rætti teldupostur verður nýttur. At enda fært tú teldupost við leinki til skrásetingarsíðuna hjá NordiskFilm+.
Um tú frammanundan hevur brúkara á NordiskFilm+, er umráðandi, at tú tryggjar, at tú brúkar sama teldupost, tá ið tú stovnaði brúkaran.
Legg til merkis, um tú longu hevur eitt hald, heldur hetta hald sjálvvirkandi fram. Sum brúkari hevur tú sjálvur ábyrgd at umsita hetta.



IPTV
― SNILDARI OG BETRI ―

OSS
― OFTA SPURDIR SPURNINGAR ―

SKRÁIN
― NÆR OG HVAR ―

VIAPLAY
― ÓKEYPIS OMANÁ ―

APP & NETVARP
― TV Á FLEIRI TÓLUM ―
