Nýggj IPTV-boks

Allir okkara kundar fáa eina nýggja IPTV-boks ókeypis í Telebúðuni.

Ynskir tú fleiri boksir, so ber til at hava fýra boksir í hvørjum húsarhaldi. Boksirnar verða útflýggjaðar í Telebúðunum við einum mánaðarligum boksgjaldi á 38 kr. Verður haldið uppsagt, skulu boksirnar latast inn aftur í Telebúðunum.  

Gomlu IPTV boksirnar eru nú fluttar yvir á nýggju skipanina.

Hetta merkir at skipanin, sum tú kennir frá gomlu boksini ikki verður virkin meir, og at nýggja skipanin við nýggjum sniði og hentleikum tekur yvir.

Tín IPTV boks fer framhaldandi at rigga á nýggju skipani. Tó skulu vit gera vart við, at hon møguliga ikki koyrir eins væl á nýggju skipanini. Tí viðmæla vit øllum at skifta til eina nýggja IPTV boks.

Hetta kann gerast ókeypis í Telebúðunum, har tú kanst lata gomlu boksina inn og fáa eina nýggja boks ístaðin. Mánaðarligi kostnaðurin er óbroyttur.

Kom gott í gongd

Her finnur tú vegleiðingar og góð ráð til uppsetan av tíni IPTV-boks

Uppsetan av IPTV-boks

IPTV-boksin skal setast til streym, og HDMI-kápil setast til sjónvarpið.

Boksin skal hava samband við internetið, vit viðmæla at nýta kápilsamband (LAN), men tað er eisini møguligt at nýta tráðleyst internet (Wi-Fi) í staðin fyri kápil millum boks og beinara.

Upsetan til tráðleyst internet

Soleiðis knýtir tú IPTV-boksina til títt tráðleysa internet.

  • Vel mál -> Android stillingar -> Netværk og internet og tendra Wi-Fi
  • Síðani velur tú títt tráðleysa internet og tøppar loyniorðið og trýstur á Næste.

    Sí video niðanfyri:

Nú skuldi IPTV-boksin verði klár at brúka.

Fjarstýringin

Bluetooth

Fjarstýringin stuðlar bæði infrareyðari og bluetooth stýring, upprunaliga nýtir hon infrareytt. Fyri at broyta hetta til bluetooth kanst tú fylgja hesi vegleiðing:

  1. Trýst á stillingar -> Skipan -> Android stillingar -> Skipan
  2. Vel síðani Fjernbetjening og tilbehør, trýst á OK og Volume + niður samstundis í 3 sekund
  3. Vel síðani SmartLabs Remote og trýst á OK.

    Sí videobrot:
    Staðseting av IPTV-boks

    Set altíð IPTV-boksina frítt og við luft rundanum. Tú kanst gott “krógva” boksina burtur í eitt skáp ella aftan fyri sjónvarpið. Her krevst tó, at fjarstýringin og boksin eru parað við bluetooth.

    Tú skalt tó ansa eftir IKKI at:

    • Seta IPTV-boksina omaná hitakeldur. Gert tú tað, kann IPTV-boksin gerast ov heit og fara í ólag.
    • Seta nakað omaná boksina ella so nær, at ventilatiónsholini verða dekkað.

    Gev gætur: Um boksin brúkar tráðleyst internet, so er ikki snilt at goyma boksina burtur, tí tað kann ávirka tað tráðleysa signalið til boksina.