Hvat er IPTV?

IPTV er ein sonn sjónvarpsopinbering. Við Televarpinum sum IPTV gerst alt snildari, betri og nærri veruleikanum. Tað finnast fleiri fyrimunir, sum lyfta sjónvarpsupplivilsið upp á nógv hægri støði. IPTV merkir í stuttum, at tú brúkar breiðbandið at hyggja í sjónvarp við. Við IPTV er eingin antenna, og tú fært atgongd til fleiri snildar tænastur, umframt at tú sært allar rásirnar í sjónvarpinum.

Tænasturnar eru:

Tú sært allar rásirnar í sjónvarpinum.

Tú sært allar rásirnar í HD-myndagóðsku.

48 tímar aftur í tíð og síggja tað, tú ikki sást.

Byrja umaftur, um tú ikki fekst byrjanina við.

Steðga og byrja aftur, um tú vart órógvað/ur.

Fyri at síggja Televarpið sum IPTV krevst:

Eitt byrjanargjald upp á 989 krónur fyri verandi kundar og 1.099 krónur fyri nýggjar kundar er knýtt at IPTV. Í hesum byrjanargjaldi er IPTV-boksin íroknað.

Ofta spurdir spurningar um IPTV

Les alt, sum er vert at vita, um IPTV

Hvørjir hentleikar eru við IPTV?

IPTV ger alt snildari og betri. Tað eru fleiri fyrimunir, sum lyfta sjónvarpsupplivilsið upp á eitt nógv hægri støði. IPTV merkir í stuttum, at tú brúkar títt breiðband at hyggja í sjónvarp við. Við IPTV er eingin antenna, og tú fært atgongd til fleiri snildar tænastur, umframt at tú sært allar rásirnar í sjónvarpinum.

Hentleikarnir eru:

  • HD-myndagóðsku
  • Aftur í tíð
  • Byrja umaftur
  • Steðga og byrja aftur

Uppsetan av IPTV-boks

IPTV-boksin skal setast til streym, og HDMI-kápil setast til sjónvarpið.

Boksin skal hava samband við internetið, vit viðmæla at nýta Kápilsamband (LAN), men tað er eisini møguligt at nýta tráðleyst internet (Wi-Fi) í staðin fyri kaðal millum boks og beinara.

Hvussu endurbyrji eg IPTV-kassan?

Regla nummar 1, tá ið okkurt er á vási. Royn at endurbyrja, tí aloftast loysir tað trupulleikan. Soleiðis endurbyrjar tú IPTV-kassan. Fylg vegleiðingini í sjónbandinum:

Hvussu broyti eg mál á IPTV?

Sprechen Sie deutsch? Nei, kanska ikki. Men tá tú hevur Televarpið sum IPTV, kanskt tú broyta málið á undirteksti og valmynd-teksti. Fylg vegleiðingini í sjónbandinum:

Hvussu seti eg áminning á við IPTV?

Niðanfyri er vegleiðing, hvussu tú tendrar áminningar á IPTV, so tú kanst fáa áminningar um sendingar, filmar ella ítrótt, tú vilt síggja. Fylg vegleiðingini í sjónbandinum:

Hví síggi eg ikki allar rásirnar á IPTV?

Sum oftast er orsøkin, at tú hevur hevur ein aktivan yndislista (favoritliste), har rásirnar ikki eru valdar.

Til ber at rætta hetta soleiðis:

  1. Far inn á Menu
  2. Vel Favoritter
  3. Vel Alle
  4. Vel Aktiver Alle
Hvussu brúki eg møguleikarnar á IPTV?

Vegleiðing til fjarstýring:

Hvussu byrji eg eina sending av nýggjum:

  • Fyri at byrja eina sending av nýggjum trýst á “i” (information) á rásini/sendingini, tú ynskir at byrja av nýggjum  -> Vel “Start forfra” (Mynd 1) og trýst á “OK” fyri at byrja av nýggjum.
Mynd 1
  • Eisini ber til at trýst á  “Rewind”-knappin á fjarstýringini fyri at byrja sendingina av nýggjum.
  • Fyri at fara aftur í tíð skal tú trýsta á “Guide” og velja ynsktu rásina við hjálp frá pílunum (Mynd 2) og trýst síðan á pílarnar til at velja ynsktu sending. Trýst síðan OK á Vel síðan “Afspil program” (Mynd 3). Tað er møguligt at fara 48 tímar aftur í tíð.
Mynd 2
Mynd 3
  • Tá ið man er farin “aftur í tíð” ella byrja eina sending av nýggjum er møguligt at spola í sendingini. Hetta gert tú við at trýsta á knøttarnar. Eisini er møguligt at “hoppa” fram ella aftur í sendingini við at tøppa minuttirnar inn. T.d. um tú ynskir at síggja frá 28 minutti, so tøppar tú bara 28 inn og trýstir á “OK”-knøttin.
  • Er tørvur á at endurbyrja kassan trýstir man á Menu -> Systeminfo (Mynd 4) -> Gentstart (Mynd 5) á vel “Genstart set-top boksen”fyri at reboota IPTV boksina.
Mynd 4
Mynd 5
Hvussu seti eg IPTV-boksina upp?

Vegleiðing til uppseting av IPTV-boksini:

Boksin, sum skal setast til streym- og kápulsamband (LAN), skal vera millum kassan og beinaran. Frá kassanum skal ein HDMI-kápil setast til sjónvarpið. Tað er ikki møguligt at síggja Televarpið gjøgnum internetið uttan kaðal millum IPTV-boksina og tín beinara. Sí mynd 1 niðan fyri.

LAN-kápilin gevur internetsambandið, ið loyvir tær at síggja Televarpið, og HDMI-kápilin er til at knýta myndina og ljóð til sjónvarpið.

Tá tú tendrar IPTV-boksina fyri fyrstu ferð, skalt tú tøppa inn kunda nr. og tað 4-siffraða loynitalið, sum er at finna í ordraváttanini. Tá hetta er gjørt, verður boksin sjálvvirkandi dagførd. Hetta kann taka upp til 5 minuttir, og tá er boksin klár at brúka.

Hvat skal til fyri at síggja Televarpið sum IPTV?

Tú skalt hava fylgjandi upp á pláss, áðrenn tú kanst byrja at hugsa um at fáa tær Televarpið sum IPTV:

  • 30Mbit breiðbandssamband ella hægri
    • IPTV upptekur pláss á breiðbandinum, so um tú vilt gera alt hitt á netinum, so mást tú velja 30Mbit ella hægri.
    • IPTV tekur 7.5Mbit per boks/sjónvarp
  • Kaðalsamband millum beinara og IPTV-boks
    • 100% gott samband.
    • Tráðleyst er gott til okkurt, men við Televarpinum sum IPTV ber ikki til at hava tráðleyst internetsamband við IPTV-boksina.
  • Rætta beinara
    • Beinarar, sum blaka tráðleysa internetið út í hvønn krók í húsinum, eru ymiskir í góðsku. Tískil mæla vit til, at tú keypir ein av hesum:
      • Zyxel DX5401
      • Zyxel EX5401-B0
      • Zyxel VMG8825-B50B
      • FRITZ!Box 7581
      • FRITZ!Box 7583
      • FRITZ!Box 7530
      • Technicolor TG789vac
      • Technicolor TG789vac v2
      • Technicolor TH789vn v3
  • IPTV-boks
    • Tá tú bíleggur Televarpið sum IPTV, mást tú samstundis keypa eina IPTV-boks, boksgjaldið er 39 kr/mðn.
    • Eitt byrjanargjald á 879 kr. fyri núverandi kundar og 1.099 kr. fyri nýggjar kundar er knýtt at IPTV. Í hesum byrjanargjald er IPTV-boksin íroknað.

Hvat er munurin millum sjónvarp gjøgnum antennu og IPTV?

IPTV ger alt snildari og betri. Tað eru fleiri fyrimunir, sum lyfta sjónvarpsupplivilsið upp á eitt nógv hægri støði. IPTV hevur nógvir hentleikar:

  • Allar rásir í sjónvarpinum
    • Televarpið við antennu merkir, at tú ikki sært allar rásirnar, sum eru í pakkanum, í sjónvarpinum. Nakrar eru einans í Televarpsappini og netvarpinum á tv.fo. Við IPTV fært tú allar rásirnar í sjónvarpinum
  • Allar rásir í HD
    • Trýst her fyri at síggja, hvørjar rásir eru í HD
  • Steðga og byrja aftur
    • Tú kanst steðga sending – eisini live sending – og byrja aftur, har tú steðgaði
  • Byrja umaftur
    • Fekst tú ikki byrjanina við, so kanst tú byrja sendingina ella filmin av nýggjum
  • Aftur í tíð
    • Tú kanst fara 48 tímar aftur í tíð og síggja sendingar, sum hava verið
Hvussu nógva breiðbandsferð havi eg tørv á?

Vit viðmæla eina breiðbandsferð á í minsta lagi 30 Mbit, tí so hevur tú pláss til alt annað.

Tá tú hyggur at Televarpinum sum IPTV um breiðbandið, brúkar Televarpið upp til 5 Mbit, so tú skalt minst hava eitt 10 Mbit breiðbandshald fyri at hava nakað eftir til aðra internetferðslu. Ynskir tú at síggja Televarpið á fleiri tólum samstundis, er neyðugt at hava hægri ferð á breiðbandinum. 4 tól samstundis krevja tískil 20 Mbit.

Haldini

Her er alt fyri øll og sindur afturat. Vel haldið, sum hóskar til tín, og avgerð, um tú vilt síggja Televarpið gjøgnum antennu ella IPTV. Les meira um IPTV undir haldunum.

{{ plan.title }}
{{ plan.subtitle }}.
{{ plan.price }} kr/mðn.
{{ plan.number_of_channels }} rásir

App/netvarpsrásir

IPTV

Allar rásir í sjónvarpinum
HD myndagóðska
Aftur í tíð
Byrja umaftur
Steðga og byrja aftur
{{selectedPlan}} + IPTV

0
kr/mðn.

BÍLEGG TELEVARPIÐ

Gev gætur! Tú hevur valt Televarpið sum IPTV. Tá er neyðugt, at tú tekur hædd fyri, at tú hevur eitt 30Mbit breiðbandshald ella hægri, at ein internetkaðal verður lagdur millum WiFi-beinara og IPTV-boks fyri at tryggja 100% samband, at tú hevur ein beinara av rætta slagnum, sum er annaðhvørt FRITZ!Box 7581, Technicolor TG789vac, Technicolor TG789vac v2 ella Technicolor TH789vn v3.

Vit seta okkum í samband við teg skjótast gjørligt, tá tú hevur bílagt.