Viaplay ókeypis

Einki er betri enn at fáa okkurt gott omaná – púra ókeypis, ha? Hevur tú Stórapakka+, Stórapakka ella Familjupakka, fært tú stroymingstænastuna Viaplay púra ókeypis omaná haldið.

Hvat fært tú?
Hevur tú Stórapakka+, fært tú Viaplay Total, og hevur tú annaðhvørt Stórapakka ella Familjupakka, fært tú Viaplay Film & Serier. Hvat er munurin á Viaplay Total og Viaplay Film & Serier?

Total merkir alt, og sostatt fært tú atgongd til alt, sum Viaplay bjóðar – eisini eitt hav av ítrotti. Viaplay Film & Serier gevur tær atgongd til filmar, sendirøðir og tilfar til børn.

Hvussu gert tú?
Viaplay krevur, at tú brúka virknan teldupost at rita inn við. Kanna hetta fyrst, áðrenn tú fert víðari:

  1. Um so er, at tú longu hevur roynt Viaplay, er neyðugt, at tú kennir loyniorðið, tú hevur brúkt til Viaplay. Um tú ivast, so royn fyrst at rita inn á Viaplay og tryggja tær, at loyniorðið er tað rætta. Um tú ikki minnist til loyniorðið, so ber til at biðja um nýtt.
  2. Hevur tú virkið Viaplay-hald við mánaðarligum haldi, mást tú fara inn á Viaplay og uppsiga haldið, soleiðis at tú ikki framhaldandi kemur at rinda fyri hetta framyvir. Sjálvt um tú sigur Viaplay-haldið upp, so verður tín konta ikki strikað hjá Viaplay.
  3. Hevur tú ikki login til Viaplay við tí telduposti, tú ætlar at nýta, so kanst tú halda áfram.

Soleiðis sigur tú Viaplay upp
Um tú frammanundan hevur hald frá Viaplay, er tað umráðandi, at tú sigur haldið upp, áðrenn tú stovnar Viaplay gjøgnum Televarpið. Fylg hesi vegleiðing fyri at siga Viaplay upp.

Soleiðis stovnar tú Viaplay
Fyri at skráseta teg sum brúkara hjá Viaplay gjøgnum Televarpið, skalt tú fyrst rita inn á Sjálvgreiðsluna hjá Televarpinum. Trýst her fyri at fara til sjálvgreiðsluna. Hevur tú ikki stovnað tær brúkara, kanst tú fylgja vegleiðingini her.

Tá tú hevur ritað inn á sjálvgreiðsluna, finnur tú leinkið á forsíðuni. Leinkið eitur “Stovna Viaplay her”. Eftir at tú hevur trýst á leinkið, verður tú biðin um tryggja, at rætti teldupostur og rætt fartelefonnummar eru knýtt at sjálvgreiðsluni. At enda fært tú teldupost við leinki til skrásetingarsíðuna hjá Viaplay og sms við trygdarkotu. Fylg hesi vegleiðing fyri at stovna Viaplay.

Ofta spurdir spurningar

Les alt, sum er vert at vita, um Viaplay í Televarpinum

Er Viaplay rætt skrásett?

Tú fært Viaplay Total, um tú hevur Stórapakka+, og tú fært Viaplay Film & Serier, um tú hevur Stórapakka ella Familjupakka. Fyri at tryggja, at Viaplay er rætt skrásett, kanst tú fylgja hesi vegleiðing:

  1. Trýst á navnið hjá tær, sum stendur ovast til høgru, tá tú ert ritaður inn á viaplay.dk, og trýst á kontooversigt

  2. Til høgru sært tú, hvat fyri pakka tú hevur. Har skal standa “Din pakke via Televarpid”

Um hetta ikki stendur, vinaliga ring á 340 340, so vit kunnu hjálpa tær.

Hvat geri eg, um eg framman undan havi og rindi fyri Viaplay?

Fyri at fáa Viaplay ókeypis gjøgnum TelevarpiðFyri at tryggja, at Viaplay-kontan verður stovnað á rættan hátt, mást tú fyrst strika tína verandi kontu, um tú frammanundan hevur Viaplay. Hetta gert tú við at innrita á heimasíðuna hjá Viaplay og fylgja hesi vegleiðing.

  1. Halt músina yvir navninum hjá tær í høgra horni og trýst á kontooversigt

  2. Til høgru sært tú, hvat fyri pakka tú hevur beint nú. Trýst á Opsig
  3. Síðani fylgir tú niðurtøkumannagongdini. Fyri at tryggja tær, at niðurtøkan er fullgjørd, kanna um tú hevur móttikið ein teldupost frá Viaplay.

Tá haldið hjá tær er niðurtikið, kanst tú stovna tær eina Viaplay-kontu frá Televarpinum við at fylgja hesi vegleiðing.

Hvat er Viaplay?

Viaplay er online stroymingstænasta, sum tú fært ókeypis, tá tú hevur Stórapakka+, Stórapakka ella Familjupakka. Tænastan er ymisk alt eftir, hvønn pakka tú hevur.

Hevur tú Stórapakka+, fært tú Viaplay Total, sum gevur tær atgongd til filmar, sjónvarpsrøðir, barnatilfar og ørgrynnu av ítrótti. Hevur tú Stórapakka ella Familjupakka, fært tú Viaplay Film & Serier, sum gevur tær atgongd til filmar, sjónvarpsrøðir og barnatilfar.

Viaplay er online, og tað merkir, at tú kanst njóta tænastuna á ta tólinum, sum hóskar tær. Viaplay virkar á teldu, snildfon, teldli, Apple TV, Chromecast, Smart TV og Android TV. Les meira um tólini her.

Viaplay Total er vælumtókt millum ítróttafjepparar. Her kanst tú lesa, hvønn ítrótt tú sært við tænastuni.

Hvussu fái eg Viaplay?

Tú fært Viaplay ókeypis, um tú hevur Stórapakka+, Stórapakka ella Familjupakka. Tú fært Viaplay Total, um tú hevur Stórapakka+, og tú fært Viaplay Film & Serier, um tú hevur Stórapakka ella Familjupakka.

Hevur tú Viaplay-brúkara frammanundan, er umráðandi, at tú strikar brúkaran, áðrenn tú stovnar Viaplay gjøgnum Televarpið. Tú kanst fylgja vegleiðingini her.

Fyri at skráseta teg sum brúkara hjá Viaplay, skalt tú fyrst rita inn á Sjálvgreiðsluna hjá Televarpinum. Trýst her fyri at fara til sjálvgreiðsluna. Hevur tú ikki stovnað tær ein brúkara, kanst tú fylgja vegleiðingini her.

Soleiðis gert tú:

1. Rita inn á www.sg.tv.fo.

2. Trýst á “Stovna Viaplay her”.

3. Skriva teldupostin í teigin, sum kemur fram. Brúka altíð tín privata teldupost.

4. Tá ið hetta er gjørt, fært tú teldupost frá noreply@tv.fo. Kanna spam, um hann ikki kemur á innbakka.

5. Í teldupostinum er leinki, tú skalt trýsta á.

6. Hevur tú Viaplay frammanundan, sær myndin soleiðis út. Her skalt tú bara skriva títt loyniorð, og Viaplay er virkjað.

7. Hevur tú ikki Viaplay frammanundan, sær myndin soleiðis út. Her skalt tú velja loyniorð, góðtaka treytirnar og trýsta á Aktivér. Tá ið hetta er gjørt, er Viaplay virkjað.

    Haldini

    Her er alt fyri øll og sindur afturat. Vel haldið, sum hóskar til tín, og avgerð, um tú vilt síggja Televarpið gjøgnum antennu ella IPTV. Les meira um IPTV undir haldunum.

    {{ plan.title }}
    {{ plan.subtitle }}.
    {{ plan.price }} kr/mðn.
    {{ plan.number_of_channels }} rásir

    App/netvarpsrásir

    IPTV

    Allar rásir í sjónvarpinum
    HD myndagóðska
    Aftur í tíð
    Byrja umaftur
    Steðga og byrja aftur
    {{selectedPlan}} + IPTV

    0
    kr/mðn.

    BÍLEGG TELEVARPIÐ

    Gev gætur! Tú hevur valt Televarpið sum IPTV. Tá er neyðugt, at tú tekur hædd fyri, at tú hevur eitt 30Mbit breiðbandshald ella hægri, at ein internetkaðal verður lagdur millum WiFi-beinara og IPTV-boks fyri at tryggja 100% samband, at tú hevur ein beinara av rætta slagnum, sum er annaðhvørt FRITZ!Box 7581, Technicolor TG789vac, Technicolor TG789vac v2 ella Technicolor TH789vn v3.

    Vit seta okkum í samband við teg skjótast gjørligt, tá tú hevur bílagt.