Dátuvernd

Viðgerð av persónsupplýsingum

Tá ið tú hevur hald hjá Televarpinum, skrásetir og viðger Televarpið, sum dátuábyrgdari, persónsupplýsingar um teg. Hesin politikkur fevnir um hesi sløg av tænastum:

Í hesum politikki verður greitt frá, hvussu Televarpið viðger persónsdátur; millum annað hvat dáturnar verða brúktar til, og hvør hevur atgongd til dáturnar.

Hvørjar upplýsingar?
Tá ið tú ert kundi hjá Televarpinum, viðger Televarpið hesar upplýsingar um teg:

Televarp DVB-T
Um tú brúkar Televarp DVB-T viðger Televarpið hesar upplýsingar:

Televarp IP Boks
Um tú brúkar Televarp IP Boks viðger Televarpið hesar upplýsingar:

Televarp APP
Um tú brúkar Televarp IP Boks viðger Televarpið hesar upplýsingar:

Viaplay
Um tú brúkar Viaplay viðger Televarpið hesar upplýsingar:

Hví viðgera persónupplýsingar?
Endamálið við viðgerðini av persónupplýsingum er:

Veitingar frá Viaplay
Televarpið víðariselur hald frá Viaplay AB (Hereftir Viaplay), sum hevur heimstað í Svøríki. Televarpið gevur ikki persónsupplýsingar til Viaplay og móttekur heldur ikki persónsupplýsingar frá Viaplay, um títt kundasamband har. Tænastan frá Viaplay er at meta sum veiting beinleiðis frá Viaplay til teg sum kunda. Tí er Viaplay dátuábyrgdari fyri teir upplýsingar, sum tú letur Viaplay.

Hvør gevur okkum upplýsingar
Upplýsingarnar, sum Televarpið viðger, koma frá hesum keldum:

Heimild
Heimildin fyri viðger av persónupplýsingum er grundað á:

Undirveitarar
Í sambandi við peningainnkrevjing brúkar Televarpið tænastur frá Elektron Pf. Í hesum sambandi sendir Televarpið persónsupplýsingarnar, sum standa á fakturanum, til Elektron Pf.

Striking av upplýsingum
Televarpið goymir upplýsingar um teg, so leingi tað er neyðugt í mun til endamálið við viðgerðini. Skrásetingar, sum eru gjørdar fyri at tryggja dygdina og menna ip-sendinetið, verða strikaðar eftir 3 vikum. Kundaupplýsingar verða strikaðar eitt hálvt ár eftir, at haldið er sagt upp og goldið. Roknskapartilfar verður strikað fimm ár frá endanum av tí roknskaparári, sum tilfarið viðvíkur.

Trygdarskipan
Fyri at verja tínar persónupplýsingar er ein trygdarskipan sett í verk. Henda skipan verður leypandi grannskoðað og ment.

Tíni rættindi
Sambært dátuverndarlógini hevur tú sum skrásettur rættindi í sambandi við viðgerð av persónsupplýsingum. Millum annað kanst fáa innlit í skrásetingarnar og biðja um rætting ella striking.

Spurningar?
Hevur tú spurningar viðvíkjandi viðger av kundaupplýsingum á Televarpinum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á:

Televarpið Pf  (Skr. 3405)
Klingran 3
188 Hoyvík

Telefon: +298 340 340
Teldupostur: tv@bhamft-fo
Dátuverndarfólk: Finnbjørn Simonsen – dpo@ft.fo

Kæra
Um tú ynskir at kæra um viðger av tínum persónupplýsingum, kanst tú senda kæru inn til Dátuverndarfólkið, sum er nevnt omanfyri. Er tað eftir hetta framvegis ikki funnin ein nøktandi loysn fyri teg, kanst tú altíð kæra til Dátueftirlitið:

Dátueftirlitið
Postsmoga 300
110 Tórshavn

Telefon: +298  309 100
Teldupostur: dat@dat.fo

Broytingar
Hesin politikkur er galdandi frá 1. januar 2021. Vit dagføra politikkin eftir tørvi og boða frá broytingum á heimasíðu okkara. Um tú heldur á fram at nýta okkara tænastur, váttar tú samstundis hendan politikk.

Um vit meta tað neyðugt, ella um umfatandi broytingar verða gjørdar í politikkinum, kunnu vit senda tær eina kunning um at politikkurin er dagførdur. Vanliga verður kunningin send við rokningunum. Um tú vegna broytingar ynskir at uppsiga tíni hald, hevur tú 30 dagar, eftir at dagføringin er fráboðað, har tú ókeypis kanst uppsiga haldini.