Um okkum

Televarpið bjóðar sjónvarp til føroysk húsarhald. Síðani 2002 hava vit lagt stóran dent á at veita breitt úrval av sjónvarpsrásum og haldum, sum eru sett saman á ein hátt, at eitt og hvørt húsarhald finnur loysn, ið passar til tørvin.

Úrvalið fevnir bæði um sjónvarpsrásir, ið verða sendar við talgilda sendinetinum umframt rásir, ið verða sendar á netinum. Síggj rásir og hald her.

Vit byrjaðu at senda fylgissveinasjónvarp 5. desember 2002. Televarpið er dótturfelag hjá Føroya Tele-samtakinum og heldur til í Klingruni í Hoyvík.

Í løtuni røkkur talgilta sendinetið út til umleið 94% av føroysku húsarhaldunum. Í 2019 fóru vit í holt við at senda IPTV, og málið er at røkka øllum Føroyum við IPTV í tráð við, at fipurbreiðband verður rullað út kring landið.

Brekfráboðan
Skalt tú boða frá breki, kanst tú ringja til okkara á tel. 340 340. Vit svara telefonini gerandisdagar kl. 8-20 og leygardagar kl. 10-18. Tú kanst eisini fáa hjálp við at leita eftir ofta spurdum spurningum her.

Vit halda allatíð vakið eyga við sendinetinum og boða frá bráðfeingis brekum á heimasíðu okkara, tv.fo.

Kontunummur
Hetta eru kontunummurini hjá Televarpinum: