07 Vestur og Víkingur leggja fyri

23. jan. 2024 | Betri deildin - menn

MENN: Skráin fyri Betri Deildina 2024 er løgd, og aftur í ár verða allir 135 dystirnir vístir í Televarpinum.

Leygardagin 9. mars klokkan 17:00 fer fótbólturin av álvara á rull aftur í fremstu deildini hjá monnum. Landskappingin í Betri Deildini er nú klár, og lagt verður frá landi vikuskifti 9. og 10. mars.

Ársins fyrsti dystur verður á Dungasandi í Sørvági, har 07 Vestur tekur ímóti Víkingi. Sunnudagin 10. mars eru hinir fýra dystirnir í fyrsta umfari á skránni, og tá møtast liðini soleiðis: B68 – B36, KÍ – ÍF, Skála ÍF – EB/Streymur og HB – NSÍ.

Summarsteðgurin verður frá fyrst í juli til fyrst í august, og síðani verður spælt uttan íhald – tó undantikið við tveimum landsliðssteðgum – til leygardagin 26. oktober, tá landskappingin endar. Og í síðsta umfari eru dystirnir hesir: EB/Streymur – HB, Víkingur – 07 Vestur, B36 – Skála ÍF, ÍF – KÍ og NSÍ – B68.

Øll kappingin sæst her: Betri Deildin menn 2024

Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 2. november.

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.