
Samandráttir frá 12. umfari
29. mai. 2025 | Betri deildin - mennMENN: Við 3-2 sigri økti KÍ um frástøðuna til NSÍ á stigatalvuni. KÍ var eitt skifti á odda 2-0, men NSÍ svaraði tvær ferðir aftur. Sigursmálið kom, tá ið 82. minuttir vóru farnir. NSÍ-liðskiparin var óheppin, tá hann skallaði eitt fríspark frá Árna Frederiksberg í egið mál.
Kristian Svabo Eliasen tryggjaði EB/Streymi øll trý stigini, tá ið hann í 85. minutti skoraði til 1-0, sum eisini bleiv nokk til at vinna við einum máli á 07 Vestur.
Í nógvum mjørka á Svangaskarði lat B68 ongan iva vera um, hvør var sterkast á degnum. B68 vann 4-1 á TB. Hálvleiksstøðan var 1-1.
Tað sá leingi út sum, at FC Suðuroy fór at vinna á B36. FC Suðuroy var á odda 2-0 í hálvleikinum, men í síðsta korterinum av dystinum eydnaðist tað B36 at skora tríggjar ferðir, og sostatt fóru gestirnir heim aftur við øllum.
Norski framherjin hjá HB, Jonas Enkerud, fekk hol á málskjótingina, og hann tryggjaði við tveimum málum HB trý stig afturat. HB vann 2-1 á Víkingi. Hálvleiksstøðan var 1-0. Jákup Johansen skoraði málið hjá Víkingi.
HB – Víkingur 2-1
Hósdagin 29. mai
Gundadalur, Tórshavn
FC Suðuroy – B36 2-3
Leygardagin 31. mai
á Eiðinum, Vágur
KÍ – NSÍ 3-2
Leygardagin 31. mai
við Djúpumýru, Klaksvík
B68 – TB 4-1
Leygardagin 31. mai
Svangaskarð, Toftir
EB/Streymur – 07 Vestur 1-0
Leygardagin 31. mai
á Dungasandi, Sørvágur