
Samandráttir frá 11. umfari
9. jun. 2025 | Betri deildin - kvinnurKvinnur: Spenningurin er stórur í oddanum í Betri deildini. KÍ vann á NSÍ í oddadystinum við Løkin, og nú eru tey bæði feløgini jøvn á fyrsta og øðrum plássi við 27 stigum hvør. NSÍ hevur tó frægari málmun. KÍ var á odda 2-0 í hálvleikinum við málum frá Duritu Hummeland og Tóru Mohr. Í seinna hálvleiki minkaði Heidi Sevdal um munin fyri NSÍ, men tað bleiv ikki til meira enn tað fyri vespurnar, og tí vann KÍ 2-1.
Víkingur vann ein tryggan 6-0 sigur á B36 í Gundadali. Tær ljósabláu eru nummar fýra – trý stig aftanfyri HB.
FC Hoyvík vann fyri fyrstu ferð í ár, tá 07 Vestur var á vitjan í Hoyvík. Dysturin endaði 2-1.
Undir Mýruhjalla vann HB 6-0 á Skála. Dagsins leikari var Lisa Haraldsen, sum skoraði heili fimm mál.
NSÍ – KÍ 1-2
Mánadagin 09. juni
Gundadalur, Tórshavn
B36 – Víkingur 0-6
Mánadagin 09. juni
Gundadalur, Tórshavn
FC Hoyvík – 07 Vestur 2-1
Mánadagin 09. juni
Hoyvíksvøllur, Hoyvík
Skála – HB 0-6
Mánadagin 09. juni
undir Mýruhjalla, Skála