
Samandráttir frá 12. umfari
15. jun. 2025 | Betri deildin - kvinnurKvinnur: Við stórsigri í Sarpugerði varðveitti NSÍ oddasessin í Betrideildini. NSÍ vann 6-2 á Víkingi. Hálvleiksstøðan var 2-0 til NSÍ. Julia Naomi Mortensen skoraði hatrikk í dystinum.
KÍ eltir tó vespurnar úr Runavík, og við einum 13-0 sigri á Skála, eru tær javnar við NSÍ í stigum, men NSÍ hevur betri málúrtøku.
Víkingur – NSÍ 2-6
Sunnudagin 15. juni
í Sarpugerði, Norðragøta
HB – FC Hoyvík (tøkt seinni)
Sunnudagin 15. juni
Gundadalur, Tórshavn
07 Vestur – B36 (tøkt seinni)
Sunnudagin 15. juni
á Dungasandi, Sørvágur
KÍ – Skála 13-0
Sunnudagin 16. juni
á Djúpumýru, Klaksvík