KÍ og Víkingur í finaluni

17. jun. 2025 | Betri deildin - menn

MENN: KÍ og Víkingur skulu spæla finaluna um Løgmanssteypið. Tað er greitt eftir, at tey bæði vunnu í kvøld. KÍ vann 2-1 á AB á Argjum, og fór sostatt víðari í finaluna við einum samanløgdum 6-1 sigri.

Víkingur vann 2-0 á B68, og fer víðari við samanløgdum 4-0 sigri.

Finalan verður spæld fríggjakvøldið 31. okt.

AB – KÍ 1-2
Týsdagin 17. juni
inni í Vika, Argir

Víkingur – B68 2-0
Týsdagin 17. juni
í Sarpugerði, Norðragøta