Samandráttir frá 17. umfari

28. jul. 2025 | Betri deildin - menn

MENN: HB vann sær øll trý stigini í Vági við 2-1 sigri, men FC Suðuroy fer at iðra seg um, at teir ikki tóku av mongu málmøguleikanum. Heimaliðið rakti stongina tvær ferðir, og eitt brotsspark bleiv eisini brent. HB vann 2-1. Jákup

NSÍ vann greiðan sigur á B68 í grannauppgerðini á Svangaskarði. Gestirnir vunnu 3-1, og teir skoraðu eisini øll málini í fyrra hálvleiki. Brandur H. Olsen skoraði enn einaferð eitt sera flott frísparksmál. NSÍ kundi skorað fleiri mál í seinna hálvleiki, men tað vóru gestirnir, sum minkaðu um munin, tá ið Karstin Clementsen minkaði til 1-3.

Við 2-1 sigri á 07 Vestur í Sørvági lyfti Víkingur seg upp á fjórða pláss í Betri deildini. Ragnar Skála legði Víking á odda 1-0, tá ið 11 minuttir vóru spældir, men miðskeiðis í fyrra hálvleiki javnaði Tobias Giusti fyri 07 Vestur. Avgerandi málið bleiv eitt sjálvmál, tá Magnus Holm Jacobsen var óheppin við at beina bóltin í egið mál, tá ið sjey minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.

Tvørafólk fingu eina rimmar ólavsøkugávu frá TB. Sera nógv fólk vóru komin í Gundadal at stuðla aldursforsetanum, og stuðulin munaði. TB vann 2-0 á B36 við málum frá Joel Sundstrøm og Mohamed Samba í seinna hálvleiki.

B36 – TB 0-2
Mánadagin 28. juli
Gundadalur, Tórshavn

07 Vestur – Víkingur 1-2
Leygardagin 02. august
á Dungasandi, Sørvágur

B68 – NSÍ 1-3
Sunnudagin 03. august
Svangaskarð, Toftir

FC Suðuroy – HB 1-2
Mándagin 04. august
á Eiðinum, Vágur