Samandráttir frá 2. umfari í endaspælinum

10. aug. 2025 | Betri deildin - kvinnur

Kvinnur: KÍ fult stigatal, nú tær hava spælt tveir dystir í endaspælinum. Í kvøld vunnu tær 2-0 á Víkingi. Tóra Mohr legði KÍ á odda, tá ið 37. minuttir vóru farnir, og tíðliga í seinna hálvleiki økti Sólja Ernstsdóttir til 2-0.

NSÍ liggur á odda í Betri deildini hjá kvinnum. NSÍ vann 2-1 á HB. Helga Mikkelsen og Jonnhild á Sondum løgdu NSÍ á odda ávikavist 1-0 og 2-0 í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki minkaði Elin Maria Isaksen fyri HB.

Oddadystur verður millum NSÍ og KÍ sunnudagin 17. august. Dysturin verður vístur beinleiðis á Rás 1 hjá Televarpinum..

NSÍ – HB 2-1
Sunnudagin 10. august
við Løkin, Tórshavn

KÍ – Víkingur 2-0
Mikudagin 13. august
við Djúpumýru, Klaksvík

Skála – 07 Vestur 7-0
Sunnudagin 10. august
undir Mýruhjalla, Skála

FC Hoyvík – B36 1-3
Sunnudagin 10. august
Hoyvíksvøllurin, Hoyvík

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.