Samandráttir frá 21. umfari

29. aug. 2025 | Betri deildin - menn

MENN: Dysturin á Toftum millum B68 og Víking bleiv sera spennandi og undirhaldandi. Víkingur var á odda 1-0 í steðginum við máli frá Sølva Vatnhamar. Men tá ið 67. og 69. minuttir vóru farnir skoraði B68. Fyrst var tað Djóni Samuelsen til 1-1, og løtu seinni var tað Djóni Samuelsen til 2-1. Víkingur megnaði tó at fáa javnleik, tí í 89. minutti skoraði Sølvi Vatnhamar aftur – hesaferð við brotssparki.

Heili 17 mál komu í teimum báðum dystunum, sum blivu spældir í Suðuroynni. KÍ vann 6-2 á FC Suðuroy. Tað er bara eina ferð komið fyri í hesum kappingarárinum, at KÍ hevur latið tvey mál ígjøgnum. Tað var, tá ið KÍ vann 3-2 á NSÍ í mai mánaði.

TB mátti eisini leggja rygg til stórtap í dystinum móti HB. HB vann 7-2, og tí eltir HB enn NSÍ, sum er á øðrum plássi.

NSÍ styrkti um sína støðu á øðrum plássi við 3-1 sigri á EB/Streymi. NSÍ var á odda 2-1 í hálvleikinum, og tann støðan sá leingi út til at blíva endaliga úrslitið, tí fáir málmøguleikar blivu skaptir í seinna hálvleiki. Men stutt fyri leiklok slerdi Jasper Van Der Heyden sigurin fastan við einum sera góðum langskoti.

Heili 17 mál komu í teimum báðum dystunum, sum blivu spældir í Suðuroynni. KÍ vann 6-2 á FC Suðuroy. Tað er bara eina ferð komið fyri í hesum kappingarárinum, at KÍ hevur latið tvey mál ígjøgnum. Tað var, tá ið KÍ vann 3-2 á NSÍ í mai mánaði. Í álopinum lá fyri – serliga hjá Pálli Klettskarð, sum skoraði tvær ferðir. KÍ toppskjúttin hevur nú skorað 17 mál í Betri deildini.

TB mátti eisini leggja rygg til stórtap í dystinum móti HB. HB vann 7-2, og tí eltir HB enn NSÍ, sum er á øðrum plássi. Emil Grønn Pedersen og Sammy Skytte blivu báðir tvífaldir málskjúttar.

Tað eydnaðist ikki 07 Vestur at koma av aftasta plássi í Betri deildini í hesum umfarinum. Vágamenn høvdu nokk av málmøguleikum til at vinna dystin, men tað var B36, ið var neyvari. Liðskiparin hjá B36 skoraði tað einsta málið í dystinum, tá ið 81. minuttir vóru farnir.

EB/Streymur – NSÍ 1-3
Fríggjadagin 29. august
í Hólmanum, Eiði

FC Suðuroy – KÍ 2-6
Leygardagin 30. august
á Eiðinum, Vágur

TB – HB 2-7
Leygardagin 30. august
við Stórá, Trongisvágur

07 Vestur – B36 0-1
Leygardagin 30. august
á Dungasandi, Sørvágur

B68 – Víkingur 2-2
Leygardagin 30. august
Svangaskarð, Toftir

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.