
Samandráttir frá 5. umfari í endaspælinum
31. aug. 2025 | Betri deildin - kvinnurKvinnur: KÍ avgjørdi dystin móti HB í seinna hálvleiki. KÍ vann 4-0, og tær bláu setti hol á málskjótingina stutt eftir stegðin við máli frá Malenu Olsen. Maria Vinjardsdóttir Johansen og Tórun Joensen øktu til ávikavist 2-0 og 3-0.
NSÍ vann 4-0 á Víkingi, og tær elta tí enn KÍ, sum er á fyrsta plássi. NSÍ var á odda 1-0 í hálvleikinum við máli frá Heidi Sevdal. Í seinna hálvleiki øktu Sólja Vinjardsdóttir Johansen, Heidi Sevdal og Sigrid Jacobsen.
NSÍ og KÍ møtast í oddadysti sunnudagin 7. september.
KÍ – HB 4-0
Sunnudagin 31. august
Djúpumýra, Klaksvík
NSÍ – Víkingur 4-0
Sunnudagin 31. august
við Løkin, Runavík
07 Vestur – Skála 0-2
Sunnudagin 31. august
á Dungasandi, Sørvágur
B36 – FC Hoyvík 31
Sunnudagin 31. august
Gundadalur, Tórshavn