
U-21 landsliðið vinnur hvørja ferð
4. sept. 2025 | TíðindiU21 EM-undankapping: Triðja dystin á rað vann føroyska U-21 landsliðið EM-undankappingardyst. Hesaferð koppaðu okkara ungu menn Luksemborg við 1-0 sigri.. Dávid Reynheim skoraði føroyska málið, tá ið 25 minuttir vóru farnir. Luksemborg hevði gyltan møguleika at javna í seinna hálvleiki, men Hans Jákup Arngrímsson bjargaði brotssparkinum.
Føroyar hava fult stigatal í EM-undankappingarbólkinum. Farna hósdag vunnu Føroyar 2-1 á Íslandi, og í juni mánaði vunnu Føroyar 2-1 á Estlandi.
Luksemborg – Føroyar 0-1
Týsdagin 09. september