Samandráttir frá 25. umfari

3. okt. 2025 | Betri deildin - menn

MENN:

KÍ er føroyameistari 2025. Tað er staðfest eftir at klaksvíkingar vunnu 2-1 á 07 Vestur. Árni Frederiksberg legði KÍ á odda tíðliga í seinna hálvleiki, men løtu seinni javnaðu vágamenn eftir mistak í KÍ verjuni.

Tá eitt korter var tað sum so ofta fyrr – Árni Frederiksberg sendi bóltin inn í brotsteigin, og har var Páll Klettskarð fyrstur og skoraði til 2-1. Hetta er 22. ferðin at KÍ vinnur FM-heitið.

Í Gundadali vann HB ein tryggan sigur. Tað var tó B68, sum kom á odda í fyrra hálvleiki, men tað gingu bara fáir minuttir, so kom gongd í málskjótingina hjá HB. Við einum máli fyri steðgin og fýra eftir steðgin vunnu teir reyðsvørtu í Gundadali 5-1, og eru tí enn við í kappingini um 2. plássið.

Við Løkin sá leingi út til at dysturin millum NSÍ og B36 fór at enda 1-1. Heilt fram til 91. minutt, tá Petur Knudsen setti bóltin í málið og samstundis tryggaði runavíkingum øll stigini.

FC Suðuroy vann sær eitt týdningarmikið stig. Hóast teir vóru aftan fyri 0-2 móti EB/Streymi, stríddu teir seg inn aftur í dystin, og tað eydnaðist teimum at javna til 2-2 í evstu løtu.

Hóast Víkingur mátti spæla stóran part av dystinum við tíggju monnum móti ellivu, tí Aron Ellingsgaard bleiv útvístur, tá ið 26 minuttir vóru farnir, so vunnu teir allíkavæl sannførandi 3-0 á sigur á TB.

07 Vestur – KÍ 1-2
Fríggjadagin 3. oktober
á Dungasandi, Sørvágur

HB – B68 5-1
Fríggjadagin 3. oktober
í Gundadali, Tórshavn

NSÍ – B36 2-1
Fríggjadagin 3. oktober
við Løkin, Runavík

Víkingur – TB 3-0
Fríggjadagin 3. oktober
í Sarpugerði, Norðagøta

FC Suðuroy – EB/Streymur 2-2
Sunnudagin 5. oktober
á Eiðinum, Vágur

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.