
Javnaðu til 1-1móti Sveis og mistu fokus
10. okt. 2025 | U21Tað sá so sera gott út hjá føroyska U-21 landsliðnum, tá ein skallari frá Jóhan Josephsen fór í sveisiska málið, tá ið 77. minuttir vóru farnir. Støðan bleiv tá 1-1. Men armarnar komu ikki nóg skjótt niður hjá føroysku leikarunum, tí Sveis byrjaði dystin aftur, og tað gingu bara nøkur fá sekund, so lá bólturin í føroyska málinum, og so var 2-1. Sveis endaði við at vinna 3-1. Síðsta málið kom eftir brotsspark, sum tey flestu vóru samd um ikki skuldi verið dømt.
Avrikið hjá føroyska liðnum var góðkent, tí hetta var eitt sera sterkt lið, sum U-21 landsliðið møtti í dag.
Føroyar – Sveis 1-3
Týsdagin 14. oktober