Samandráttir frá 26. umfari

19. okt. 2025 | Betri deildin - menn

MENN:

HB vann 3-0 á NSÍ, og fer tí fram um NSÍ á stigatalvuni. HB er á øðrum plássi við 61 stigum, og NSÍ er á triðja plássi við 60 stigum. Bæði feløgini hava tó truplar uppgávur í síðsta umfari. NSÍ tekur ímóti føroyameistaranum, KÍ, og HB vitjar Víking í Sarpugerði.

Filip Bratbakk skoraði hatrikk, og Páll Müller skoraði sítt fyrsta mál í 6-0 sigrinum hjá KÍ á TB. Tapið hevur við sær, at tað nú er mest sum ómøguligt hjá TB at yvirliva í Betri deildini.

Víkingur vann 4-0 á FC Suðuroy, og hevur nú tryggjað sær, at felagið endar á fjórða plássi í ársins landskapping.

B36 vann 3-1 á EB/Streymi í einum dysti, ið hevði óvanliga nógvar málmøguleikar til bæði liðini.

B68 og 07 Vestur spældu 1-1 javnleik á Svangaskarði. Sebastian Lau Nielsen legði B68 á odda í fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki javnaði Mikkel Hyllegaard fyri 07 Vestur.

KÍ – TB 6-0
Sunnudagin 19. oktober
Djúpumýra, Klaksvík

FC Suðuroy – Víkingur 0-4
Sunnudagin 19. oktober
á Eiðinum, Vágur

EB/Streymur – B36 1-3
Sunnudagin 19. oktober
í Hólmanum, Eiði

B68 – 07 Vestur 1-1
Sunnudagin 19. oktober
Svangaskarð, Toftir

HB – NSÍ 3-0
Sunnudagin 19. oktober
Gundadalur, Tórshavn