Adrian: Málið er nøkur ár í Superliguni

17. nov. 2025 | Betri deildin - menn

Frísparkskongurin í slottbýnum prógvaði beinavegin sítt virði, tá hann kom til danskan fótbólt. Mongu frísparksperlurnar og langskotsmálini gjørdu at onnur feløg ynsktu at fáa fatur á Adriani.

Hillerød ynskti tó ikki at selja teirra besta spælara, men nú gongur sáttmálin út í Hillerød og Adrian kann tí skifta frítt til annað felag. Valið fall á AC Horsens, ið eisini spælir í næstbestu donsu deildini.

Vit hava prátað við Adrian, sum er takksamur fyri tíðina í Hillerød og samstundis sær AC Horsens sum eina loypifjøl til næsta stigið á yrkisleiðini.

Sí samrøðu við Adrian niðanfyri.

Samrøða við Adrian Justinussen