
FSF og Televarpið gjørt nýggja avtalu
Mánadagin skrivaðu FSF og Televarpið undir nýggja sjónvarpsavtalu, sum er galdandi fyri næstu trý kappingarárini
——————
Televarpið fer eisini næstu árini at vísa føroyskan fótbólt beinleiðis í sjónvarpinum. Seinnapartin mánadagin skrivaðu Fótbóltssamband Føroya og Televarpið undir nýggja sjónvarpsavtalu, ið er galdandi komandi trý kappingarárini.
– Vit eru fegin um at avtalan við FSF er longd, so føroyskur fótbóltur framhaldandi verður at síggja á okkara rásum, sigur William Joensen, stjóri í Televarpinum.
Eisini í FSF eru tey glað fyri samstarvið við Televarpið, ið hevur verið ein sera góður samstarvsfelagi í sambandi við sjónvarping av fótbólti.
– Fyri okkum hevur tað stóran týdning at fótbóltur verður varpaður út í hvønn heraðshorn. Vit fegnast tí um nýggju avtaluna við Televarpið, og at teir framvegis eru partur av liðnum, sigur Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya.
Avtalan millum FSF og Televarpið inniber millum annað, at Televarpið eigur sjónvarpsrættindini til Meistara Deildina og steypakappingina hjá bæði kvinnum og monnum til ársenda 2028.
