Samandráttir frá 1. umfari

18. mar. 2026 | Betri deildin - menn

MENN: Einasta óvæntaða úrslitið í 1. umfari var á Argjum, har uppflytararnir vunnu ein tryggan 2-0 sigur á B68. Moses og Ragnar Skála skoraðu málini hjá argjamonnum.

Føroyameistararnir vunnu stórsigur á Dungasandi móti 07 Vestur. NSÍ vann 1-0 á heimavølli móti Víkingi. B36 kom væl frá byrjan við sigri á EB/Streymi og á Skála vann HB 2-1.

Her eru hæddarpunktini frá 1.umfari.

AB – B68 2-0
Leygardagin 7. mars
inni í Vika, Argir

B36 – EB/Streymur 2-1
Sunnudagin 8. mars
Gundadalur, Tórshavn

NSÍ – Víkingur 1-0
Sunnudagin 8. mars
við Løkin, Runavík

07 Vestur – KÍ 1-5
Sunnudagin 8. mars
Dungasandur, Sørvágur

Skála – HB 1-2
Sunnudagin 8. mars
undir Mýruhjalla, Skála

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.