
Hæddarpunkt úr MeistaraDeildini
18. mar. 2026 | TíðindiFótbólturin rullar aftur í Føroyum og fleiri spennadi dystir hava longu verið.
Undanfarin ár hava øll sæð hæddarpunktini frá dystunum á tv.fo stutt eftir, at dystirnir eru spældir.
Í ár er tó øðrvísi, tí framyvir verða hæddarpunktini í fyrstu atløgu at síggja á Televarpsappini og á Rás1. Allir kundar hjá Televarpinum – sama hvønn pakka teir hava – kunnu síggja hæddarpunktini á Televarpsappini.
Týsdagar verða hæddarpunktini at síggja á tv.fo, har øll kunnu hyggja.