
Samandráttir frá 4. umfari
7. apr. 2026 | Betri deildin - mennMENN: Góða byrjanin hjá argjamonnum heldur fram og við sigri á vágamonnum eru teir nú nummar tvey í deildini.
KÍ kom aftur á sigurskós eftir tveir javnleikir á rað. Patrik Johannesen skoraði einasta málið í dystinum, sum KÍ vann 1-0 á Víkingi.
Grannauppgerðin millum HB og B36 endaði 2-2. Bogi R. Petersen skoraði bæði málini hjá B36. Fyrra málið hjá HB var eitt sjálvmál, meðan Stefan Radosavljevic skoraði seinna málið.
EB/Streymur vann ein kærkomnan sigur á Skála, sum framvegis ikki hevur fingið nakað stig eftir fýra umfør.
Páskaaftan spældu B68 og NSÍ á Svangaskarði. NSÍ er nú einsamalt oddalið í MeistaraDeildini við 10 stigum, meðan B68 er næstaftast við trimum stigum.
Her eru hæddarpunktini frá 4.umfari.
KÍ – Víkingur 1-0
Mánadagin 6. apríl
við Djúpumýru, Klaksvík
B68 – NSÍ 1-2
Leygardagin 4. apríl
Svangaskarð, Toftir
HB – B36 2-2
Mánadagin 6. apríl
Gundadalur, Tórshavn
AB – 07 Vestur 2-0
Mánadagin 6. apríl
inni í Vika, Argir
Skála – EB/Streymur 1-2
Mánadagin 6. apríl
undir Mýruhjalla, Skála