
Samandráttir frá 6. umfari
22. apr. 2026 | Betri deildin - mennMENN: NSÍ er nú greitt á odda í MeistaraDeildini eftir, at teir djúpt inni í yvirtíðini skoraðu avgerandi málið móti EB/Streymi.
Á Svangaskarði vann B68 púra óvæntað 3-1 á HB. Liðskiparin, Hanus Højgaard, skoraði ársins vakrast mál, tá hann við einari perlu setti bóltin í málið til 3-1.
Eisini á Argjum kom seinasta málið í yvirtíðini. Argjamenn vóru á odda heilt fram 99. minutt, tá Deni Pavlovic setti bóltin í málið til 1-1.
Annan dystin á rað spældi Skála málleysan javnleik. Hesaferð móti Víkingi, sum nú eru á sætta plássi við átta stigum.
Á Dungasandi vann B36 1-0 á 07 Vestur. Innskifti, Ragnar Samuelsen, skoraði málið hjá B36.
Her eru hæddarpunktini frá 6.umfari.
B68 – HB 3-1
Sunnudagin 19. apríl
Svangaskarð, Toftir
NSÍ – EB/Streymur 1-0
Mánadagin 20. apríl
við Løkin, Runavík
AB – KÍ 1-1
Mánadagin 20. apríl
inni í Vika, Argir
07 Vestur – B36 0-1
Mánadagin 20. apríl
Dungasandur, Sørvágur
Skála – Víkingur 0-0
Mánadagin 20. apríl
undir Mýruhjalla, Skála