Samandráttir frá 4. umfari

27. apr. 2026 | Betri deildin - kvinnur

KVINNUR: HB vann ein tryggan 4-0 sigur á NSÍ við Løkin. Julia Naomi Mortensen var enn einaferð stóri spælarin hjá HB, sum skoraði tvey mál móti sínum gamla felagið. Sára Trier og Rúna Jacobsen skoraðu hini bæði málini.

Í Klaksvík vann KÍ heili 9-0 á B36. Durita Hummeland skoraði trý mál – tvey eftir horna og eitt við einum frálíkum langskoti.

Víkingur kom í gongd í seinna hálvleiki, tá Skála vitjaði í Gøtu. Í fyrra hálvleiki kom einki mál, men í seinna hálvleiki skoraði Víkingur sjey mál og vunnu trygt 7-0.

Her eru hæddarpunktini frá fjórða umfari.

KÍ – B36 9-0
Sunnudagin 26. apríl
Djúpumýra, Klaksvík

Víkingur – Skála 7- 0
Sunnudagin 26. apríl
Sarpugerði, Norðagøta

NSÍ – HB 0-4
Leygardagin 25. apríl
við Løkin, Runavík