
Samandráttir frá 19. umfari
20. aug. 2026 | MeistaraDeildin - mennMENN: NSÍ er framvegis oddalið í deildini eftir 4-2 sigur á EB/Streymi. Runavíkingar hava 40 stig – trý fleiri enn KÍ.
Júst KÍ tryggjaði sær øll trý stigini á Argjum í síðstu løtu, tá Jonn Johannesen skoraði til 4-3.
HB gjørdi skjótt av móti B68 og vann 2-0. Heini F. Sørensen og Stefan Radosavljevic skoraðu málini hjá HB. Dysturin var annars merktur av, at B68 fekk Sebastian Lau Nielsen vístan av vølli eftir 11 minuttir.
Á Dungasandi fekk B36 trý kærkomin stig. B36 eru nú á fjórða plássi, meðan 07 Vestur er næstaftast við 16 stigum.
Mest óvæntaða úrslitið í 19. umfari kom á Skála, har Víkingur var á vitjan. Víkingur kom á odda eftir tveir minuttir, men við málum frá Bjarta Thorleifsson og Mórits Heina Mortensen vann Skála 2-1. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð at Skála vinnur á Víkingi í fremstu deildini.
Her eru hæddarpunktini frá 19. umfari.
HB – B68 2-0
Sunnudagin 16. august
Gundadalur, Tórshavn
AB – KÍ 3-4
Mánadagin 17. august
inni í Viká, Argir
NSÍ – EB/Streymur 4-2
Sunnudagin 16. august
við Løkin, Runavík
Skála – Víkingur 2-1
Sunnudagin 16. august
undir Mýruhjalla, Skála
07 Vestur – B36 1-2
Sunnudagin 16. august
Dungasandur, Sørvágur