
Samandráttir frá 23. umfari
21. sept. 2026 | MeistaraDeildin - mennMENN: Runavíkingar nærkast av álvara FM eftir at teir greiddu sína skyldu í Gundadali – samstundis sum KÍ snávaði á heimavølli.
Í botninum hevur EB/Streymur næstan tryggjað sær plássið í deildini. Sundalagsmenn vunnu ein týdningarmiklan sigur á B68, sum nú skal fremja eitt veruligt bragd fyri at yvirliva í deildini.
07 Vestur var aftanfyri 3-0 í Sarpugerði, men kom aftur og javnaði 3-3. 07 Vestur hevur nú fýra stig upp til Skála, sum er beint omanfyri niðurflytingarstrikuna.
HB smurdi AB av í Gundadali og vann 4-1.
Her eru hæddarpunktini frá 23. umfari.
B36 – NSÍ 1-2
Fríggjadagin 18. september
Gundadalur, Tórshavn
KÍ – Skála 2-2
Fríggjadagin 18. september
Djúpumýra, Klaksvík
Víkingur – 07 Vestur 3-3
Leygardagin 19. september
Sarpugerði, Norðagøta
HB – AB 4-1
Leygardagin 19. september
Gundadalur, Tórshavn
B68 – EB/Streymur 2-3
Leygardagin 19. september
Svangaskarð, Toftir