Samandráttir frá 25. umfari

20. okt. 2026 | MeistaraDeildin - menn

MENN: NSÍ er á gáttini til at gerast føroyameistari fyri fyrstu ferð síðani 2007. Runavíkingar vunnu 1-0 á 07 Vestur.

Samstundis tapti KÍ fyri botnliðnum, B68, sum nú hevur fingið eina nýggja vón um at spæla í MeistaraDeildini í 2027. Klaksvíkingar mugu hinvegin ásanna, at tað mestsum er ógjørligt at endurvinna meistaraheitið.

Skála fekk eitt stig við sær úr Havn. Skálamenn vóru annars á odda 3-1, men seinastu løtuna skoraði Bartal Páll Klein tvær ferðir fyri B36, og syrgdi fyri at Skála bara fekk tað eina stigið.

HB vann ein tepran 1-0 sigur á EB/Streymi, og hava nærum tryggjað sær evropeiska luttøku komandi ár.

Í Sarpugerði vann Víkingur 2-0 á AB, sum stríðist fyri lívinum í bestu deildini. AB hevur tvey stig niður til 07 Vestur, sum er undir niðurflytingarstrikuni.

Her eru hæddarpunktini frá 25. umfari.

NSÍ – 07 Vestur 1-0
Sunnudagin 18. oktober
við Løkin, Runavík

KÍ – B68 0-1
Sunnudagin 18. oktober
Djúpumýra, Klaksvík

EB/Streymur – HB 0-1
Sunnudagin 18. oktober
við Margáir, Streymnes

Víkingur – AB 2-0
Sunnudagin 18. oktober
Sarpugerð, Norðagøta

B36 – Skála 3-3
Sunnudagin 18. okt
Tórsvøllur, Tórshavn