
Hald- og prísbroytingar
1. januar 2025
1. januar 2025 koma hald- og prísbroytingar í gildi hjá Televarpinum. Broytingarnar stava í høvuðsheitum frá øktum rættindakostnaðum, vanligum prísbroytingum á marknaðinum og broytingum í pakkunum. Allir prísir eru við GS-gjaldi upp á 9,75 kr/mðn. og kortleigu ella IPTV-boksgjaldi upp á 38 kr/mðn.
Stóripakki+
Prísurin broytist frá 899 til 949 kr/mðn. Haldið fær Viaplay Sport
News afturat og Viaplay Total er framvegis í haldinum.


Stóripakki
Prísurin broytist frá 686 til 724 kr/mðn. Haldið fær Viaplay Sport
News afturat og Viaplay Film og Serier er framvegis í haldinum.
Familjupakki
Prísurin broytist frá 473 til 493 kr/mðn. Viaplay Film og Serier
er framvegis í haldinum.


Grundpakki
Prísurin broytist frá 283 til 296 kr/mðn. Innihaldið í haldinum
verður óbroytt.