Hvat er Viaplay?
Ofta settir spurningarViaplay er online stroymingstænasta, sum tú fært ókeypis, tá tú hevur Stórapakka+, Stórapakka ella Familjupakka. Tænastan er ymisk alt eftir, hvønn pakka tú hevur.
Hevur tú Stórapakka+, fært tú Viaplay Total, sum gevur tær atgongd til filmar, sjónvarpsrøðir, barnatilfar og ørgrynnu av ítrótti. Hevur tú Stórapakka ella Familjupakka, fært tú Viaplay Film & Serier, sum gevur tær atgongd til filmar, sjónvarpsrøðir og barnatilfar.
Viaplay er online, og tað merkir, at tú kanst njóta tænastuna á ta tólinum, sum hóskar tær. Viaplay virkar á teldu, snildfon, teldli, Apple TV, Chromecast, Smart TV og Android TV. Les meira um tólini her.
Viaplay Total er vælumtókt millum ítróttafjepparar. Her kanst tú lesa, hvønn ítrótt tú sært við tænastuni.