
Allir partar
Búskapur & Vinna
33. Árið 2024 í búskapi og vinnu.
Hesaferð taka vit saman um árið í føroysku vinnuni og lýta fram í 2025 eftir útlitunum fyri føroysku vinnuna og búskapin. Eisini fara vit til síðst at umrøða avbjóðingina við, at vit sum samfelag missa 20% av hvørjum ungdómsárgangi til útlandi. Hetta fara vit at gera við støði í dokumentarsendingini “Kanst tú siga farvæl?” hjá Kringvarpinum, sum veruliga hevur sett hetta álvarsmál á breddan. Gestur í sendingini er Jórun Gardar, varastjóri í Vinnihúsinum.
32. Búskapurin fær undanvind frá vitlíki
Á partabrævamarknaðinum sæst framburðurin í hækkandi kursinum hjá tøknirisunum. Í búskapinum sæst tað aftur í øktum produktiviteti hjá arbeiðsmegini. Vitlíki hevur av álvara gjørt innrás síðstu tvey árini, men tað væntast eisini at seta sín dám á gongdina komandi árini. Tað er ein av niðurstøðunum hjá Arnfinni Gudjónsson, íløguleiðara í Lív, sum er ein av gestunum í sendingini Búskapur & Vinna hesaferð.
31. 700 milliónir í vinningsbýti næstu trý árini
Í sendingini hesaferð vitjar bankagreinarin Mathias Nielsen frá Nordea, sum ger regluligar greiningar av Føroya Banka. Bankin er einasti børsskrásetti peningastovnurin í Føroyum, sum fleiri túsund føroyingar eiga partabrøv í. Harumframt eigur Føroya Landsstýri 35% av bankans partabrøvum. Tí er tað viðkomandi fyri almenningin at fáa innlit í greining av bankans roknskapi, strategi og útlitum.
30. SMS á íslendskar hendur
Fyri nøkrum vikum síðani gjørdist greitt, at íslendska Hagar hevði keypt SMS. Niels Mortensen, stjóri í SMS, er gestur í sendingini. Hann og Johnny práta um søluna og umrøða eisini framtíðarætlaninar hjá Niels og SMS.
29. Arkitektavinnan
Í sendingini verður hugt nærri at arkitektavinnuni, har Selmar Nielsen, arkitektur, er gestur. Eisini er Arnfinnur Gudjónsson, íløguleiðari í LÍV, við í sendingini, og saman við honum hyggja vit nærri at ætlanini hjá LÍV at byggja íbúðir í Klaksvík.
28. Bilasøluvinnan
Síggjast nøkur rák, sum koma at seta dagsskránna komandi árini? Og hvussu við politisku kørmunum um bilamarknaðin? Hetta eru nakrir av spurningunum, ið verða umrøddir við gestinum í sendingini, sum er Rúni Djurhuus, stjóri og eigari av Wenzel.
27. GroAqua er ársins virki 2024
Suni Justinussen, stjóri í GroAqua, er gestur í sendingini. Hetta er í sambandi við, at GroAqua bleiv kosið Ársins Virki 2024 á Vinnudegnum. Suni fekk eisini sjálvur í januar 2023 heiðurin sum Ársins Leiðari.
Umframt samrøðuna við Suna verður eisini ein samrøða við Arnfinn Gudjónsson, íløguleiðara í Lív, um útlitini til rentulækkingar.
25. Anna stjórnar vinnufyritøku við monnum
Varastjórin í J&K Petersen, Anna Kalsø, er gestur í sendingini, har hon fer at greiða frá síni starvsleið frá at sigla við Norrønu, deilarleiðari á Posta, síðani til Skansi Offshore sum starvsfólkaleiðari og nú at stjórna J & K Petersen. Hin gesturin er Arnfinnur Gudjónsson, íløguleiðari í Lív. Hann og Johnny viðgera støðuna í heimsbúskapinum og meta um útlitini fyri 2024.
24. Tryggingarvinnan
Stjórarnir í Betri Tryggin og Trygd vitjað í sjónvarpsstovuni, har tær millum annað umrøða støðuna og útlitini fyri tryggingarfeløgini, og eisini fara tær at greiða frá teirra hugsanum um leiðslu.
23. Grøna orkuskiftið
Grøna orkuskiftið er aftur á breddanum. Í sendingini fær Johnny í Grótinum vitjan av stjóranum í EFFO, Gunnar Nielsen, og stjóranum í Magn, Finn Jakobsen.
22. Íverksetan
Johnny fær hesaferð vitjan av tveimum íverksetarafyritøkum. INTRA og A4 fáast báðar við heilt ymisk virkisøkir, men báðar hava fingið gott fótafesti á marknaðunum her heima og hava ambitiónir um framhaldandi vøkstur.
21. Børsmarknaðurin og battaríeldsløkkjari
Johnny í Grótinum fær vitjan av Sverra Justinussen, íløguleiðara í Betri Banka, sum fer at meta um útlitini fyri rentuna komandi árið. Eisini verður Tummas Justinussen, nevndarformaður í Smyril Line, við í sendingini, og hann fer m.a at greiða nærri frá um Battery Briner.
20. Kvinnur í leiðandi størvum
Í sendingini varpa vit ljós á kvinnur í leiðandi størvum innan íverksetan. Gestirnir eru Mia Wagner, íverkseti og fyrrverandi leyvinna í kendu sendingini Løvens Hule á DR1, og Jórun Gardar, varastjóri í Vinnuhúsinum og limur í Javnstøðunevndini.
19. Búskapur & Vinna á Tonik
18. Brennarí og bryggjarí
18. mai 2023 | 32M 08S
Jesus gjørdi sum kunnugt vatn til vín í brúdleypinum í Kána. Í Faer Isles Distillery gera tey føroyskt vatn til whisky. Men í mun til støðuna í Kana tekur tað í Kvívík minst trý ár at framleiða whisky. Tí tørvar teimum eisini tolnan kapital, sum eins og framfýsnu stovnararnir trúgva upp á bjørtu útlitini fyri hesi nýggju vinnugrein í Føroyum.
17. BTÚ og bankakreppur
12. apríl 2023 | 30M 52S
Johnny og Hjalti Mohr Jacobsen hyggja nærri, frá Bank Nordik, eftir marknaðarreaktiónina uppá bankakreppurnar í mars. Eisini fær Johnny vitjan av Biritu Mortansdóttir frá Hagstovuni, og tey bæði fara at nørdast eitt sindur í hagtølum.
16. ‘Tú møtir akkurát teimum somu fólkunum á veg niður eftir’
15. mars 2023 | 43M 31S
Hyggjuráðini frá abbanum hava tænt Frimodt Rasmussen væl í lívinum sum vinnulívsmaður og politikari. Tað greiðir Frimodt frá í sendingini Búskapur & Vinna hesa vikuna, har hann er gestur.
15. Búskapur og Vinna
14. desember 2022 | 52M 52S
Í ársins síðstu útgávu av Búskapi & Vinnu taka vit pulsin á heimsbúskapinum og heimligu vinnuni fyri árið, ið fer, og útlitini fyri 2023. Arbeiða vit nógv longri í Føroyum enn í okkara grannalondum? Hoyr, hvat Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, sigur um tað.
14. Íløgur
30. november 2022 | 53M 57S
Vit seta sjóneykuna á leiklutin hjá privatum pensjónsfeløgum og íløgufeløgum annars við at veita váðafúsan kapital til føroysku vinnuna. Gestir eru Suni Justinussen, Janus Thomsen, Arnfinnur Gudjónsson og Evy Jacobsen. Vertur er Johnny í Grótinum.
13. Íverksetan
16. november 2022 | 43M 35S
“Politikarar eru góðir til nógv, men at velja út bestu hugskotini og vinnuligu spírarnar duga tey vist ikki,” svaraði Ben Arabo, stjóri í Framtak, diplomatiskt upp á spurningin, um hann hevði nøkur ynski til komandi samgonguna eftir løgtingsvalið.
12. Sethúsamarknaðurin
2. november 2022 | 36M 7S
Hesaferð viðgera Johnny og gestirnir sethúsamarknaðin, tí veruligar rembingar hava tikið seg upp á rentumarknaðinum í kjalarvørrinum av vaksandi inflasjónini. Sentralbankarnir hækka rentuna, sum aftur ger, at føroysku peningastovnarnir hækka renturnar.
11. Ferðavinnan
19. oktober 2022 | 52M 46S
Verkætlanarfólk skal samansjóða ferðavinnuna og landbúnaðin. Hesum greiða Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, og Símun Gullaksen, stýrisformaður í Búðaðargrunninum frá. Stóri knúturin er gongd í haga, og tann knútin roynir Johnny saman við Bárði Larsen, løgfrøðingi, at loysa.
10. Alivinnan
5. oktober 2022 | 59M 38S
Oljuprísir og renta eru farin upp, og sjálvandi greinar Sverri Justinussen støðuna. Johnny fær vitjan av gestum, ið greiða frá um laks og laksalús. At enda í sendingini er samrøða við Ragnar Joensen, sum er farin í gongd við eina spennandi verkætlan í Kina.
9. Alivinnan
8. juni 2022 | 1T 6M
Tveir útlendskir serfrøðingar, Gorjan Nikolik og Dag Sletmo, oysa av sínari vitan um alivinnuna og koma við góðum ráðum, hvussu føroyingur kunnu arbeiða víðari við alivinnuni. Eisini greiðir Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, frá stóru framtíðarætlanunum hjá alifyritøkuni.
8. Byggivinnan
11. mai 2022 | 54M 14S
”Tað ber ikki til, at vit øll blíva akademikarar, tí hvør skal so byggja? Eg plagi at spyrja: hvør gjørdi bókina?” Spurningin spyr Heri Kjærbo, starvsfólkaleiðari hjá byggifyritøkuni Articon. Heri er gestur, og hesa ferð er byggivinnan á breddanum í sendingini.
7. Orkuvinnan
27. apríl 2022 | 1T 3M
Vit kunnu gagnnýta grøna orkuskiftið til okkara fyrimun. Tað siga Ana Holden-Peters og Poula Michelsen frá Burðardygt Vinnulív. Eisini er nýggjur veðurlagspolitikkur lagdur fyri løgtingið, sum Johnny – saman við serfrøðingum – viðgera í sjónvarpsstovuni.
6. Fiskivinnan
5. apríl 2022 | 1T 2M
Anfinn Olsen, stjóri í Framherja, hevur funnið skipalistan fram, og saman við Johnny umrøða teir burðadygga fiskiveiðu á nærleiðunum. Fasti gesturin í sendingini, Sverri Justinussen, greinar støðuna á børsinum, eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina.
5. Bústaðarmarknaðurin
23. februar 2022 | 49M 25S
Í Runavík fáa tey eitt parkeringshús, sum verður ein tunnil inni í fjallinum. Tað er í øllum førum ætlanin hjá Rúna Bro Róin og Jóhannus Egholm Hansen, sum eru gestir í sendingini. Teir greiða nærra frá stóra íbúðarbygninginum, sum ætlanin er at byggja.
4. Russland og Ukraina
16. februar 2022 | 47M 45S
Fær ein russisk innrás í Ukraina avleiðingar fyri Føroyar? Ein relevantur spurningur, ið var settur fyrst í februar mánaði. Navnaframi danski sjónvarpsverturin Clement Kjersgaard kom við sínari meting um eitt møguligt kríggj í Ukraina. Fekk hann rætt?
3. KT-vinnan
9. februar 2022 | 44M 54S
”At favorisera føroyskt er ein sikkur máti at oyðileggja kappingarførið hjá KT-vinnuni”. Orðini eigur stovnarin av Vivino, Heini Zachariassen, ið er gestur í triðu sending av Búskapur & Vinnu. Og so er Sverri Justinussen aftur gestur og greiðir frá, hví virðið á Facebook brádliga minkaði.
2. Fíggjarvinnan
2. februar 2022 | 45M 18S
Ávirkar ein møgulig einskiljing Bank Nordik? Tann spurningin svarar Árni Ellefsen, nú fyrrverandi stjóri í Bank Nordik, uppá. Eisini gevur Sverri Justinussen, íløguleiðari í Betri Banka, eina støðulýsing av børsmarknaðinum, nú inflasjóninin hevur órógvað í eina tíð.
1. Orkuvinnan
26. januar 2022 | 48M 26S
Føroyar skulu leggja um til grøna orku. Helma Maria Tróndheim greiðir frá um vatnorkupumpuskipanina hjá SEV, og Teitur Poulsen, nevndarformaður í Magn, mælir politisku skipanini til at brúka CO2-avgjøld til at seta ferð á grøna orkuskiftið.