Lutakast um Løgmanssteypið í Televarpinum

29. mar. 2023 | Betri deildin

STEYPAKAPPING: Mánakvøldið verður beinleiðis lutakast í Televarpinum um, hvussu spælast skal í fyrsta umfari í  kappingini um Løgmanssteypið.

Sekstan feløg eru í bollanum, tá ið Televarpið mánakvøldið 3. apríl sendir frá lutakastinum í kappingini um Løgmanssteypið. Sent verður beinleiðis á Rás1 kl. 20, sum er beint eftir dystin millum B36 og HB, sum verður vístur á somu rás.

Tað verður Eli Hentze, sum vann Løgmanssteypið við B71 í 1993, sum fer at taka kúlurnar úr bollanum og para feløgini í teimum átta dystunum, sum skulu spælast í fyrsta umfari.

Fyrsta umfar verður spælt leygardagin 22. apríl.

Televarpið sendir beinleiðis frá Løgmanssteypinum
Tilsamans skulu seytjan dystir spælast í kappingini um Løgmanssteypið, áðrenn vinnarin kann lyfta steypið á Tórsvølli 4. november.

Televarpið hevur gjørt avtalu við Fótbóltssamband Føroya um, at allir dystirnir verða vístir beinleiðis í Televarpinum.

Mynd: FSF

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.