
Samandráttir frá 1. umfari
30. mar. 2024 | Betri deildin - kvinnurKVINNUR: Víkingur fór norð aftur við øllum trimum stigunum, tá tær vunnu ein tryggan 2-0 sigur á HB. Kára Jarnskor og Hanna Isaksen Højgaard skoraðu málini.
Føroyameistararnir úr KÍ fóru við sigrinum í einum tøttum dysti móti B36. Malena Olsen skoraði bæði málini hjá KÍ. Brá Zachariasardóttir skoraði fyri B36.
Hoyvíkskvinnur vunnu í teirra fyrsta dysti í Betri Deildini nakrantíð, tá tær við trimum málum frá Margretu Olsen tryggjaðu sær øll stigini.
NSÍ vann stórsigur á grannunum av Skála, tá tær vunnu heili 7-0 í ársins fyrsta dysti.
HB – Víkingur 0-2
Leygardagin 30. mars
Gundadalur, Tórshavn
B36 – KÍ 1-2
Leygardagin 30. mars
Gundadalur, Tórshavn
NSÍ – Skála ÍF 7-0
Mikudagin 27. mars
við Løkin, Runavík
TB/FCS/Royn – FC Hoyvík 0-3
Mánadagin 1. apríl
við Stórá, Tvøroyri