
Champions League og broytingar hjá Viaplay
Viaplay hevur broytt teirra úrval og gjørt nýggjan Viaplay Premium-pakka, sum hevur nøkur rættindi til ítrótt, ið bara síggjast í nýggja pakkanum og nýggju rásini, Viaplay Sport News.
Kundar hjá Televarpinum, sum hava Stórapakka og Stórapakka+, síggja nú Viaplay Sport News rásina. Hendan rásin vísir útvaldar Champions League dystir, ið bara síggjast á Viaplay Sport News.
Viaplay hevur boðað frá, at toppdystirnir í Champions League verða vístir á TV3+ og Viaplay Total. Teir dystir, sum verða vístir á Viaplay Sport News, eru hvørki ’toppdystir’ ella ’botndystir’. Tí verður tað ongantíð dagsins toppdystur, sum verður vístur á Viaplay Sport News.
Aðrar broytingar
Hesar broytingar hjá Viaplay hava eisini gjørt, at ymiskt tilfar er flutt úr Viaplay Total til Viaplay Premium. Millum annað sæst NordicBet-deildin (næstbesta deildin í Danmark), Oddset Pokalen og hæddarpunkt frá dystum ikki longur á Viaplay Total, men bert á Viaplay Premium.
HALD
Her er alt fyri øll og sindur afturat. Vel haldið, sum hóskar til tín, og avgerð, um tú vilt síggja Televarpið gjøgnum antennu ella IPTV. Les meira um IPTV undir haldunum.

App/netvarpsrásir
IPTV




