
Samandráttir frá 4. umfari
30. sept. 2024 | Betri deildin - kvinnurKVINNUR: NSÍ hevur kós móti FM-heitinum. Tær vunnu 3-1 í oddadystinum móti KÍ. Sólja Ernstsdóttir legði KÍ á odda, men síðani svaraðu Mirjam Huneck, Julia Naomi Mortensen og Heidi Sevdal aftur fyri NSÍ.
Víkingur hevur tó enn møguleika at vinna FM-heitið. Við 4-0 sigri á HB eru tær saman við KÍ trý stig aftan fyri oddaliðið, NSÍ.
B36 vann 2-0 á FC Hoyvík í niðara endaspælinum. Við sigrinum er B36 fimm stig á odda í bólkinum.
Við tveimum málum og trimum uppleggum, syrgdi Sára Benjaminsen fyri, at Skála vann ein tryggan 6-2 sigur á TB/FCS/Royn.
FC Hoyvík – B36 0-2
Sunnudagin 29. september
Hoyvíksvøllurin, Hoyvík
Skála – TB/FCS/Royn 6-2
Sunnudagin 29. september
undir Mýruhjalla, Skála
NSÍ – KÍ 3-1
Mánadagin 30. september
við Løkin, Runavík
HB – Víkingur 0-4
Mánadagin 30. september
Gundadalur, Tórshavn