Staðseting av IPTV-boks
Ofta settir spurningarSet altíð IPTV-boksina frítt og við luft rundanum. Tú kanst gott “krógva” boksina burtur í eitt skáp ella aftan fyri sjónvarpið. Her krevst tó, at fjarstýringin og boksin eru parað við bluetooth.
Tú skalt tó ansa eftir IKKI at:
- Seta IPTV-boksina omaná hitakeldur. Gert tú tað, kann IPTV-boksin gerast ov heit og fara í ólag.
- Seta nakað omaná boksina ella so nær, at ventilatiónsholini verða dekkað.
Gev gætur: Um boksin brúkar tráðleyst internet, so er ikki snilt at goyma boksina burtur, tí tað kann ávirka tað tráðleysa signalið til boksina.