Løgmanssteypið: Samandráttir

21. apr. 2025 | Betri deildin - menn

KÍ og B36 spældu sera spennandi fjórðingsfinalu í Klaksvík. B36 kom á odda tíðliga í seinna við máli frá Pæturi Petersen. Leiðslan helt sær til 92. minuttir vóru spældir, men tá javnaði innskifti Dávid Andreasen til 1-1. Umdysturin endaði málleysur, og tí bleiv neyðugt við brotsspørkum fyri at skilja partarnar. Her vann KÍ, og teir bláu fóru tí víðari við samanløgdum 5-4 sigri, tá ið alt er talt við.

AB, sum dagliga spælir í 1. deild, kláraði aftur í dag at senda eitt lið í Betri deildini úr kappingini um Løgmanssteypið. AB vann í dag 3-2 á EB/Streymi, hóast EB/Streymur eitt skifti var á odda 2-0.

Víkingur og B68 hava eisini spælt seg víðari í hálvfinalurnar. Víkingur vann 2-1 á Skála, og B68 vann 6-3 á B71.

Eftir fjórðingsfinalurnar var lutakast beinleiðis á Rás 1 hjá Televarpinum, og har fall tað soleiðis:

KÍ – AB

Víkingur – B68

Fyrru hálvfinalurnar verða spældar 20. og 21. mai. Seinnu hálvfinalurnar verða spældar 18. og 19. juni. Finalan verður á Tórsvølli 31. oktober.

KÍ – B36 1-1 (5-4, brotsspørk)
Mánadagin 21. apríl
við Djúpumýru, Klaksvík

EB/Streymur – AB 2-3
Mándagin 21. apríl
Gundadalur, Tórshavn

Víkingur – Skála 2-1
Mánadagin 21. apríl
í Sarpugerði, Norðragøta

B71 – B68 3-6
Mánadagin 21. apríl
inni í Dal, Sandur