
Samandráttir frá 9. umfari
9. mai. 2025 | Betri deildin - mennMENN: KÍ liggur nú best fyri til at blíva føroyameistari. KÍ vann 2-1 á NSÍ í oddadystinum við Løkin í Runavík.
HB fótaði sær aftur í Sarpugerði, har ið teir vunnu 1-0 á Víkingi. Sammy Skytte skoraði sigursmálið, tá ið 59. minuttir vóru farnir.
EB/Streymur vann 1-0 á 07 Vestur við brotssparki, sum kom stutt undan dystarloki. Óli Poulsen setti brotssparkið í netið.
Við 1-0 sigri á FC Suðuroy kom B36 aftur á slóðina. Brian Jacobsen skoraði sigursmálið.
Í Trongisvági spældu TB og B68 1-1 javnlik. Støðan í hálvleikinum var 0-0. Marley Blair legði TB á odda tíðliga í seinna hálvleiki, og tá ið 66. minuttir vóru farnir javnaði Hanus Højgaard fyri toftamenn.
Víkingur – HB 0-1
Fríggjadagin 9. mai
í Sarpugerði, Norðragøta
07 Vestur – EB/Streymur 0-1
Fríggjadagin 9. mai
á Dungasandi, Sørvágur
B36 – FC Suðuroy 1-0
Fríggjadagin 9. mai
Gundadalur, Tórshavn
NSÍ – KÍ 1-2
Fríggjadagin 9. mai
við Løkin, Runavík
TB – B68 1-1
Sunnudagin 10. mai
við Stórá, Trongisvágur